eReolen

Á eReolen kanst tú læna e-bøkur og ljóðbøkur við lánaranummari tínum frá Landsbókasavninum.

Vegleiðing til eReolen (PDF)

Soleiðis ritar tú inn á eReolen á snildfonini

Soleiðis brúkar tú eReolen á snildfonini

eReolen Global

Á eReolen Global kanst tú læna enskar e-bøkur og ljóðbøkur við lánaranummari tínum frá Landsbókasavninum.

Soleiðis brúkar tú eReolen Global appina

Soleiðis ritar tú inn á eReolen Global

Alfrøðir
BÓKMENTIR & MÁL
ERNiE (Encyclopedia of Romantic Nationalism in Europe) 🔒

ERNiE er ein granskingarverkætlan í nationalismu, ið Føroyar eru partur av. Verkætlanin er hugsað sum samanberandi og talgild hugvísindi, ið m.a. kunnu ávísa, hvussu netverk av mentanarnationalistum virkaðu saman um at gera tjóðir. Universitetið Ì Amsterdam stendur fyri ERNiE.

Faktalink

Faktalink Í greinunum er inngangur til og kunning um viðkomandi og aktuell evni, sum eru uppi í tíðini leinki til víðari lesnað á internetinum og tilvísingar til myndlýsingar, greinir, bøkur, sjónvarps- og útvarpsinnsløg og annað um hvørt ávíst evni. Fyrst og fremst til skúlabrúks. (Greinasavn)

 

 

FF blaðið

FF blaðið Árgangur 2002-2007 av FF blaðnum talgilt. 

Filmcentralen / Danmark på film

Filmcentralen Her ber til at síggja eldri stuttfilmar úr Føroyum (trýst á Føroyar á kortinum) og øðrum norðurlondum.

Forfatterweb

Forfatterweb er ein dátugrunnur við einum løttum og greiðum inngangi til kend ritverk hjá barna-, ungdóms- og vaksnamannarithøvundum. Fyrst og fremst til skúlabrúks og til teirra, sum vilja vita meira um tað, sum tey lesa. (Rithøvundalýsingar)

Frøði

Frøði - Eldri útgávur av fróðskaparritinum Frøði, ið Fróðskaparfelag Føroya gevur út.

Gale: High School 🔒

Gale: High School - Her finnur tú hóp av greinum í tíðarritum og avísum umframt ymisk skjøl, uppslagsverk og eisini myndir og ljóð- og sjónbandafílur. Fyrst og fremst til skúlabrúks, men eisini er nógv her av almennum áhuga. Alfrøði og skjalasavn.

KUNNINGAR- & MIÐLAFRØÐI
LEITIGRUNNAR
Infomedia

Infomedia Her eru fleiri milliónir greinir í donskum dagbløðum og faktíðarritum bæði nýggjum og eldri. (Dagbløð/ Avísir og tíðarrit)

PURE Faroe Islands

PURE Faroe Islands - Her finnur tú greinir hjá føroyskum granskarum, umframt greinir um Føroyar (byrjað 2021).

Retriever 🔒

Retriever (fyrr: Atekst). Norskar avísir og aðrir miðlar. Frá 1945-

Fulltekstatgongd frá Landsbókasavninum

Aftenposten, Bergens Tidende, Dabladet, Fiskeribladet og onnur

SAMFELAGSFRØÐI
SØVN
Tíðarrit.fo

Tidarrit.fo - Talgildu føroysku bløðini og tíðarrit Í føroyska blaðsavninum á netinum (www.tidarrit.fo) er frí atgongd til 17 avísir og 25 tíðarrit, sum eru útkomin frá 1852 til 1999.

Timarit.is

Timarit.is - Eitt talgilt bókasavn, har atgongd er til væl av tí prentaða mentanararvinum, ið er varðveittur í bløðum og tíðarritum í Føroyum, Íslandi og Grønlandi.

Uppgávuskriving, breytarverkætlan, leiðbeiningar

Breytarverkætlan Leiðbeining frá Glasir um breytarverkætlan

Fakportalar (danskir). Savn av leinkjum um ein hóp av evnum, sum skúlanæmingar takast við. Talan er um tilfar, sum er á Internetinum. Fagsiderne på EMU

Keldukritikkur 'Lítla gullbókin um keldukritikk' Góð leiðbeining um keldur og keldukritikk.

Lesihúsið Hjálp til lesi- og skriviveik. Orðblindni.

Fake news? Tak PDF niður við plakatini: Eru tað følsk tíðindi?

Um Endnote Føroysk leiðbeining um Endnote 

 

 

🔒 IP Atgongd

IP atgongd merkir at tað er atgongd til vísindaligu greinarnar í fulltekst frá teimum bókasøvnum og skúlum, sum samstarva um efeingi.

Atgongd er til e-tíðarrit og e-greinar í haldinum um ein er stødd ella staddur á Landsbókasavninum, Fróðskaparsetrinum ella einum av teimum stovnunum sum samstarva um efeingi.

EBI - Elektroniskar bókasavnstænastur á Interneti

EBI er eitt samstarv, skipað millum bókasøvnini um felags hald av elektroniskum bókasavnstænastum á internetinum. Endamálið við samstarvinum er at royna at fáa til vega gott teldutøkt tilfar á internetinum til vanliga lesaran, læraran og skúlanæmingar.

Sum er eru hesi við í samstarvinum:

  • Landsbókasavnið
  • Býarbókasavnið
  • Klaksvíkar bókasavn
  • Bókasavnið við Løkin

Møguleiki er eisini hjá øðrum at koma við í hetta samstarvið.

Dagligu umsitingina hevur Landsbókasavnið um hendi:
Skriva til: lbs@lbs.fo 

Avísirnar, sum mangla í tidarrit.fo

Dimmalætting, Amtstidende for Færøerne, prøvenummer 1877
Føroya Social-demokratur 1941
Føroya Social-demokratur 1942
FF Blaðið 26/8/1999 siða 16-17


Vegleiðingar til tidarrit.fo