Ert tú bókasavnsfólk?

Sum høvuðsbókasavn fyri alt landið veitir Landsbókasavnið bókasavnstænastur til øll onnur bókasøvn í landinum. Landsbókasavnið hevur eftirlit við fólkabókasøvnunum og veitir ráð og leiðbeining.

Bókastovan á Landsbókasavninum veitir bókasøvnum tænastur, tá ið tað snýr seg um keyp av bókum og øðrum tilfari og klárgerð av bókasavnstilfari.

Rakstrarstuðul

Fólkabókasøvn eru kommunal, men fáa stuðul frá landinum til rakstur, les meira

Bókasavnsskipanin

Flestu bókasøvn í landinum brúka eisini bókasavnsskipanina Aleph. Landsbókasavnið tekur sær av at gera skrásetingar til alt bókasavnstilfarið í Aleph, meðan bókasøvnini í flestu førum sjálvi leggja eintøk inn í skrásetingina. Bókasøvnini hava tískil sín egna bókagrunn og lánarayvirlit. 
Lánarakort o.a. fæst frá Bókastovuni.
Eru trupulleikar við skipanini, sendið so fráboðan til okkara kt-tænastufólk
Landsbókasavnið savnar á hvørjum ári nýtsluhagtøl um útlán, bókastovn o.a. Tølini verða brúkt í ársfrágreiðingini hjá Landsbókasavninum og til útrokning av bókasavnsgjaldinum.

Ókeypis at brúka bókasøvnini

Í bókasavnslógini er ásett, at bókasøvn hava til endamáls at fremja upplýsing, lærdóm og mentanarligt virksemi. Tey læna út bókasavnstilfar út uttan viðurgjald, og tilfarið, sum bókasøvnini bjóða lánarunum, skal umboða dygd og fjølbroytni og vera tíðarbært. Átrúnaðarlig, moralsk ella politisk sjónarmið mega ikki ávirka valið av tilfarinum. 

Tað stendur øllum íbúgvum landsins í boði frítt og ókeypis at nýta øll fólkabókasøvn í landinum. 

Fjarlán

Landsbókasavnið samstarvar við bæði føroysk og útlendsk bókasøvn um fjarlán. Í hesum sambandi hevur Landsbókasavnið gjørt vegleiðindi fjarlániviðtøkur fyri føroysk bókasøvn, herundir eisini Landsbókasavnið. Øll bókasøvn, stovnar og virkir í Føroyum kunnu vegna sínar egnu lánarar/brúkarar læna bókligt tilfar frá útlendskum bókasøvnum gjøgnum Landsbókasavnið.

Aðrar bókasavnstænastur

Landsbókasavnið heldur saman við m.ø. nøkrum bókasøvnum og skúlum tíðarrit, greinir, bøkur, handbøkur o.tíl., sum eru at finna á netinum, nevnt EBI. Talan er um nøkur av teimum frægastu verkunum av slíkum slag, sum verða boðin út á netinum. 

Tað kostar at brúka tey flestu av hesum verkunum, og er atgeingið tí avmarkað til tey bókasøvn og skúlar, sum eru við í samstarvinum. Vitjandi á Landsbókasavninum hava ókeypis atgongd til allar hesar tænastur. 

Einstøk verk kunnu øll brúka ókeypis.EBI

Samstarv við stovnsbókasøvn

Landsbókasavnið samstarvar við Fróðskaparsetrið og aðrar vísindaligar stovnar at veita vísindabókasavnstænastu. Samstarvsavtala er t.d. við Setrið, at Landsbókasavnið skal røkja bókasøvnini hjá Setrinum, og har er settur bókavørður.

Landsbókasavnið samstarvar eisini við miðnámsskúlar og stovnar um bókasavnsvirksemið.
Bókasøvnini, sum fáa tænastur frá Landsbókasavninum, hava teirra bókastovn skrásettan í bókasavnsskipanini Aleph.

Landsbókasavnið samstarvar við Fróðskaparsetrið og aðrar útbúgvingar- og granskingarstovnar um at veita atgongd til vísindaligar leitigrunnar, tíðarrit og fakligar e-bøkur á netinum.

Bókasavnskunning 

Landsbókasavnið skipar javnan fyri bókasavnskunning. Er talan um bólkar ella skúlaflokkar, ber til at bíleggja tíð til kunning á 340525. 

Tað ber eisini til hjá bókasøvnum at heita á fólk frá Landsbókasavninum at koma at undirvísa teirra lánarum/brúkarum í leiting við bókasavnsskipanini Aleph.