Landsbókasavnið skipar fyri bókasavnskunning eftir umbøn frá eitt nú lærarum, skúlaflokkum, teimum, sum eru undir útbúgving ella granska, fjarlesandi, feløgum og øðrum áhugaðum.

Endamálið við kunningini er:

  • at greiða frá Landsbókasavninum og lánireglunum 
  • at gera vart við, hvørjar tænastur og hvat tilfar Landsbókasavnið kann veita lánarum 
  • at læra luttakararnar at brúka bókasøvn, leitiskráir o.s.fr.

Kunningin, ið varir umleið 1 tíma, er ókeypis.

Landsbókasavnið skipar eisini fyri serligum skeiðum í leiting eftir bókmentum, greinum o.ø.
Hesi skeið eru ætlað granskarum, starvsfólkum, lærarum og næmingum, sum hava tilknýti til verkætlanirnar E-feingi og EBI (handbøkur á netinum).

Onnur drúgvari bókasavnsskeið mugu bíleggjast, og tá má avtala gerast um tíð, stað og prís.
Stovnstænastan skipar eisini javnan fyri kunning í leitiskipanini Aleph fyri stovnum, sum brúka hesa skipanina.

Umbøn um kunning fæst við at ringja til avgreiðsluna á 340 525, ella senda eini boð á unnp@landsbokasavnid.fo.