Uppgávur hjá Bókastovuni

Bókastovan røkir m.a. hesar uppgávur:

Keyp av bókum og øðrum tilfari 

Við serligum atliti at føroyskum viðurskiftum skal Bókastovan samskipa keypið av bókum og øðrum tilfari til fólka- og skúlabókasøvnini og, um tørvur er á tí, eisini til onnur bókasøvn.

Klárgerð av bókasavnstilfari

Fyrireikan, styrkjan, innbinding og klárgerð av bókum til bókasøvnini. Bókastovan átekur sær eisini innbinding og uppgávur í sambandi við varðveitslu av bókasavnstilfari á Føroya Deild á Landsbókasavninum.

Á verkstaðnum er søla av plasti, lánarakortum og grindlum til bókasøvn kring landið. Sí príslista

Fyripurningar kunnu sendast til Sóleyg Kjærbæk, soleygk@savn.fo, tlf. 340514 

Um bókastovuna

Úr Løgtingslóg nr. 79 frá 8. mai 2001 um bókasøvn, sum broytt við løgtingslóg nr. 148 frá 20. desember 2005 Kapittul VII um Bókastovuna: 

§ 21. Bókastovan er deild í Landsbókasavninum, sum undir leiðslu av deildarleiðara við ábyrgd mótvegis landsbókavørðinum, skal 1) 1)við serligum atliti at føroyskum viðurskiftum samskipa keypið av bókum og øðrum tilfari til fólka- og skúlabókasøvnini og, um tørvur er á tí, eisini til onnur bókasøvn, 

2) fyrireika, binda inn og greiða hetta tilfar til bókasøvnini, 
3) fremja upplýsandi tiltøk um bókasavnstilfar, 
4) skipa fyri skeiðsvirksemi og eftirútbúgving fyri starvsfólk í bókasøvnunum og 
5) skipa fyri árliga býtinum av bókasavnsgjaldinum, sum verður játtað á løgtingsfíggjarlógini. Bókasavnsgjaldið verður at býta til føroyskar rithøvundar og týðarar, hvørs bøkur/týðingar eru til taks í nevndu bókasøvnum, og til myndlistafólk, tá myndir eru í minsta lagi 40% av bókini. Eftirlivandi hjúnafelagi varðveitir rættin til bókasavnsgjald. 

Stk. 2. Landsstýrismaðurin í mentamálum ásetir reglur um býtið av bókasavnsgjaldinum. 

Stk. 3. Landsstýrismaðurin í mentamálum ásetir nærri reglur um samstarv millum Landsbókasavnið og onnur søvn á mentanarøkinum, tá ið tað snýr seg um eitt nú innbinding, konservering og umvæling av tilfari. 

§ 22 Bókastovuni áliggur at útvega ljóðbøkur o.a. tilfar til teirra, sum av eini ella aðrari orsøk ikki fáa lisið ella á annan hátt fáa ognað sær vanligan prentaðan tekst. 

Stk. 2. Somuleiðis áliggur Bókastovuni at skipa fyri, at tilfar av nevnda slagi verður atgeingiligt hjá brúkarunum á bókasøvnum landsins. Hetta tilfarið verður lænt út eftir somu ásetingum, sum nevndar eru í § 11, stk. 3.