Fjarlán

Landsbókasavnið samstarvar við bæði føroysk og útlendsk bókasøvn um fjarlán. Í hesum sambandi hevur Landsbókasavnið gjørt vegleiðindi fjarlániviðtøkur fyri føroysk bókasøvn, herundir Føroya landsbókasavn. Øll bókasøvn, stovnar og virkir í Føroyum kunnu vegna sínar egnu lánarar/brúkarar læna tilfar frá útlendskum bókasøvnum gjøgnum Føroya landsbókasavn.

Fjarlániviðtøkur

  • Fjarlán er útlán og avritanarvirksemi millum bókasøvn.
  • Endamálið við fjarlánisamstarvinum er at veita øllum bókasøvnum atgongd fyri lánarar tess til tilfar, ið tey ikki sjálv eiga.
  • Fjarlán kann sendast øllum bókasøvnum, stovnum og virkjum.
  • Bílegging fer fram við telduposti, on-line ella við telefon.
  • Lánleitandi bókasavnið staðfestir og staðbindur hvørja bílegging eftir førimuni og sendir hana til tað bókasavnið, ið sær út til at eiga tilfarið.
  • Lánveitandi bókasavnið avger avgreiðsluhátt, lánitíðarskeið og aðrar lánitreytir. Lánleitandi bókasavnið hevur ábyrgdina av lænta tilfarinum og afturberingini, herundir fíggjarligu ábyrgdina.
  • Niðanfyri tilskilað tilfar hava bókasøvnini ikki skyldu at læna út, men tey kunnu hvør sær áseta neyvari viðtøkur fyri tað:
    • Dagbløð (føroysk dagbløð fáast til láns á mikrofilmi frá Statsbiblioteket í Århus, Danmark). Tíðarrit (avrit av blað- og tíðarritsgreinum verða latnar).
    • Bókalistar, alfrøðir og aðrar handbøkur, ið eru gerandisamboð hjá bókasavninum
    • Leys bløð, kort og myndir
    • Tilfar í stórari stødd
    • Virðismikið, sjáldsamt, gamalt ella viðbrekið tilfar
    • Handrit og annað tilfar frá sersøvnum
    • AV-tilfar (tónleik, filmir o.tíl.)
  • Er lánveitandi bókasavnið limur í fjarlánisamstarvsavtalum, so sum NORFRI, og hesar annars ikki eru í stríð við fjarlániviðtøkurnar fyri Føroyar, verða ásetingarnar í hesum avtalum fylgdar.
  • Eru ivamál, verður víst til ásetingarnar í fjarlániviðtøkunum hjá altjóða bókasavnssamskipanini, IFLA