190 ára føðingardagur á Landsbókasavninum

Fríggjadagin 9. november frá kl. 15 - 16 bjóða vit í føðingardag 

Skráin
• Annika Smith, landsbókavørður, fer at bjóða vælkomin.
• Svend Højgaard, fyrilestur: Landsbókasavnið, vitin í vitanarsamfelagnum. 
• Ole Wich, fyrilestur: "Lyngbye bar gullið av heiði" - eitt burturgloymt handrit á Landsbókasavninum.
• Speakers Corner: Nakrir av okkara brúkarum fara at bera Landsbókasavninum stuttar heilsanir og gestir fáa høvi til tað sama.
• Framsýning um søgu Landsbókasavnsins.
• Kaffi og lagkøka.

Hanus G. Johansen syngur og spælir.
Øll eru hjartaliga vælkomin. Tiltakið er alment.