Uppgávur & endamál

Í Føroydeild verður goymt mangt og hvat forkunnugt tilfar, heilt frá tí at fyrsta føroyska bókin kom út í 1822 og eldri og fram til í dag. Deildin hevur sum uppgávu at savna, skráseta og goyma allar føroyskar bókmentir og alt, sum er skrivað av bókmentum um Føroyar og av føroyingum. Endamálið við hesi uppgávu er at varðveita ein týðandi part av føroyska mentanararvinum til komandi tíðir.

Uppgávan fevnir ikki bara um bøkur, bløð og tíðarrit, men eisini um ljóðbøkur, filmar, tónleikaútgávur, plakatir, sjónleikir, álit, serritgerðir, smáprent (t.d. valskráir, lýsingabløð og faldarar), spøl og talgildar teldutøkar útgávur so sum e-bøkur, ritgerðir, greinir o.tl., umframt føroyska partin av tí, sum verður almannakunngjørt á internetinum. Føroyadeildin tekur eisini ímóti ritgerðum á kandidat-, master- ella ph.d.støði, um ritgerðin er skrivað av føroyingi ella er um føroysk viðurskifti. Lat okkum tína ritgerð sum pdf-fíla, og legg hetta skjalið við. 

Tilfar, ið ikki kemur undir reglurnar um skylduavhending t.d.ikki útgivið tilfar, ritgerðir, handrit og útlandskt tilfar, verður antin keypt ella umbiðið av Landsbókasavninum.

Tvey eintøk av prentaðum bókum, tíðarritum, ljóðbókum, filmum og tónleikaútgávum verða varðveitt. Eitt eintak verður varðveitt í goymsluni á Landsbókasavninum. Hitt eintakið verður goymt í 2. skyldubókasavnið, ið er ein uttanhýsis goymsla hjá Landsbókasavninum.  

Tænastur

Øll hava atgongd at síggja tilfar, sum er í varðveitslu í Føroyadeild, um ikki annað er tilskilað. Tó ber ikki til at læna tilfarið heim við, men í fleiri førum hava vit útlánseintøk av tilfari, ið er í Føroyadeild.

Er ikki annað er viðmerkt og tilfarið tolir tað, ber til at taka avrit av tilfarinum til egið brúk. Sama er galdandi fyri myndatøku við egnum kamera, uttan blits. 

Um tilfarið longu er tøkt í talgildum líki ella á mikrofilmi, verður víst til hesar útgávur, fyri at minka um slit av pappírsútgávunum.

Í leitiskipanini bokasavn.fo er atgongd til tað mesta av talgilda tilfarinum, sum er skrásett og goymt í Føroyadeild.

Í einstøkum førum kann atgeingi til tilfar í Føroyadeild ella Handritadeildini vera avmarkað, og tá krevst oftast serstakt loyvi til at síggja tilfarið, - tað verið seg antin prentað ella talgildað tilfar.

Fyri kunning um avhending av tilfari til Landsbókasavnið, sí Skylduavhending