Ert tú granskari?

Landsbókasavnið og gransking

Sambært føroysku bókasavnslógini hevur Landsbókasavnið sum høvuðsbókasavn skyldu at fremja útbreiðslu av kunnleika, vitan og upplýsing í landinum, og í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya og aðrar vísindaligar stovnar at veita vísindabókasavnstænastu.

Landsbókasavnið veitir tænastur til granskarar í øllum fakøkjum, eitt nú við at tryggja teimum atgongd til vísindalig tíðarrit, fakligar e-bøkur og vísindaligar dátugrunnar og vegna granskarar í Føroyum at bíleggja vísindabókmentir, sum Landsbókasavnið ikki sjálvt eigur.

Hesir stovnar samstarva um atgongd til vísindaligt tilfar á netinum: Fiskaaling, Fróðskaparsetur Føroya, Granskingarráð Føroya, Havstovan, Heilsufrøðiliga starvsstovan, Jarðfeingi. Landsbókasavnið og Landssjúkrahúsið. Far til Talgilt tilfar.

Føroyskt vísindaligt tilfar

Í høvuðsgrunni Landsbókasavnsins finnur tú tað mesta av vísindaliga tilfarinum, sum savnið sjálvt eigur, eitt nú tilfar í Útláninum, Vísindadeildini, Føroyadeildini, Handritadeildini og Tíðarritsdeildini. 

Enn er ikki alt av tí eldra tilfarinum Í Føroyadeidini telduskrásett, men framvegis skrásett á kortum.Tí kann tað loysa seg at spyrja í avgreiðsluni eftir tilfari, sum ikki er at finna í høvuðsgrunninum bokasavn.fo.

Bókmentir, sum eru skrásettar í høvuðsgrunni Landsbókasavnsins, og sum eru til láns, kunnu bíleggjast í leitigrunninum á netinum.

Tilfar í Útláninum og Vísindadeildini verður lænt út eftir vanligum treytum, meðan tilfar úr Føroyadeild, Handrita- og tíðarritsdeildini bara kann lænast á lesistovuni á Landsbókasavninum.

Seinnu árini hava Fróðskaparsetrið og alsamt fleiri vísindaligir stovnar í Føroyum skrásett síni bókasøvn í felags bókasavnsgrunninum. Leitast kann í bokasavn.fo.

Bókmentir, sum eru skrásettar í høvuðsgrunni Landsbókasavnsins, og sum eru til láns, kunnu bíleggjast í leitigrunninum á netinum. Við at logga á bókasavnsskipanina sum brúkari fæst yvirlit yvir lán, bíleggingar o.s.fr. 

Fjarlán

Landsbókasavnið samstarvar við bókasøvn í øðrum londum um fjarlán. Hetta ger, at granskarar og vísindafólk altíð kunnu bíleggja bøkur og greinir, sum ikki eru tøkar á Landsbókasavninum, við at senda lániumbøn til Landsbókasavnið á utlan@landsbokasavnid.fo.

Í flestu førum er hetta ókeypis fyri lánaran. Á sama hátt kunnu lánarar uttanlands læna tilfar frá Landsbókasavninum gjøgnum útlendsk bókasøvn.

Bókasavnskunning

Landsbókasvnið skipar eftir umbøn fyri kunning um leiting eftir vísindaligum tilfari t.d. í teimum vísindaligu leiti- og tíðarritsgrunnunum, sum eru tøkir á netinum. Tað ber til at bíleggja kunning á staðnum ella við at ringja til avgreiðsluna 340525 ella senda teldupost til utlan@landsbokasavnid.fo.