Landsbókasavnið umsitur føroysku ISBN skipanina

ISBN-skrivstovan á Landsbókasavninum umsitur føroysku ISBN-skipanina, og tað er higar, útgevarar skulu venda sær, um teir ætla at skráseta seg sum ISBN-forlag við egnari ISBN-umsiting. Er talan um stakar útgávur frá útgevara, sum ikki hevur egna ISBN-umsiting, eigur viðkomandi at venda sær til Bókamiðsøluna á tel. 313756 at fáa støk ISBN-nummur.

ISSN-skipanin verður Føroya vegna umsitin av donsku ISSN-skrivstovuni á Kongaliga bókasavninum í Keypmannahavn, ISSN Danmark.

ISBN og talgilt tilfar

Alt fleiri bøkur og tíðarrit verða útgivin sum talgilt tilfar. Talgildar útgávur verða javnsettar við prentaðar útgávur og skulu tí hava sítt egna ISBN. Er talan um útgávur í fleiri ymsum sniðum, skal hvør útgáva eisini hava sítt egna ISBN. Við øðrum orðum: hvør útgávuháttur (prentað, talgilt, innlisið tilfar o.s.fr.) og hvørt útgávusnið (pdf, html o.s.fr.) krevur sambært altjóða ISBN-reglunum sítt egna ISBN. 

Umsókn um ISBN skal sendast til:

Landsbókasavnið
J. C. Svabos gøtu 16
P.O. Box 61
FO-110 Tórshavn

Tlf. +298 34 05 25 
T-postur: laurav@landsbokasavnid.fo

Tak ISBN-skrásetingarblað niður

Kunning um ISBN 

Altjóða ISBN skrivstovan

International ISBN Agency
c/o EDItEUR
39-41 North Road
London
N7 9DP
UK

Tel/fax: +44 (0)20 7503 6418
Email: info@isbn-international.org

Umsókn um ISSN skal sendast til:

Det Kongelige Bibliotek

ISSN umsóknarblað 

Kunning um ISSN
ISSN stutt vegleiðing (føroysk)
ISSN vegleiðing á Kgl. 
Bókasavninum á Keypmannahavn

 

 

Altjóða ISSN skrivstovan, Parí­s
Altjóða ISSN skrivstovan
ISSN International Centre /
Centre International de l'ISSN
45 rue de Turbigo
75003 PARIS
FRANCE 
E-mail: issnic@issn.org