Ljóðbókatænastan 

Ljóðbókatænastan skal útvega ljóðbøkur o.a. tilfar til teirra, sum av eini ella aðrari orsøk ikki fáa lisið ella á annan hátt fáa ognað sær vanligan prentaðan tekst. Somuleiðis skal Ljóðbókatænastan skipa fyri, at tilfar av nevnda slagi verður atgeingiligt hjá brúkarunum á bókasøvnum landsins.

Málið við Ljóðbókatænastuni er at tryggja almenninginum, men fyrst og fremst teimum, sum hava serligan tørv, atgongd til so nógv sum gjørligt av tí lesitilfari, sum kemur út á føroyskum, eisini á øðrum miðlum enn prenti. Dentur verður lagdur á, at útgávurnar bókmentaliga, málsliga og tøkniliga hava bestu góðsku.

Arbeiðið hjá Ljóðbókatænastuni fer fram í samstarvi við ráðgevandi nevnd við umboðum fyri brúkarar, avvarðandi feløg og bókasøvn.

Í ráðgevandi nevndini eru: 

  • Nám
  • Føroya Blindafelag
  • Sjóndepilin
  • Landsbókasavnið
  • Býarbókasavnið
  • Felagið fyri Lesi- og skriviveik

Ljóðbókatænastan heldur til í J.C. Svabos gøtu 17 yvir av Landsbókasavninum.

Fyristøðufólk fyri Ljóðbókatænastuna er Elin Brimheim Heinesen, elinh(at)landsbokasavnid.fo, tlf. 790527.