Talgildi pallurin eReolen er nú tøkur til okkum øll at brúka.

19. september 2023

Á eReolen kanst tú læna danskar og enskar e-bøkur og ljóðbøkur við lánaranummari tínum. Kunnað verður um, tá føroyskar e-bøkur og ljóðbøkur verða tøkar.

Hvør lánari fær møguleika til at lána 4 ljóðbøkur og 5 e-bøkur í senn. Tá ið 30 daga lánitíðin er farin, ber til at læna fleiri e-bøkur og/ella ljóðbøkur.

E-bøkurnar kunnu lesast á PC og Mac, og tú kanst heinta appir til snildtelefon og teldil, bæði iPhone/iPad og Android.

Øll, sum eru skrásett sum lánarar á føroysku bókasøvnunum kunnu nýta eReolen.

Vit hava nú framleitt føroyskar vegleiðingar til eReolen, eina sum pdf og tvær sum Youtube-video:

Leinki til vegleiðingarnar eru á heimasíðuni hjá Landsbókasavninum á LBS.fo  e-bókasavn under eReolen: https://landsbokasavnid.fo/374


Aftur til tíðindi
Skrivað: Annika Smith

Seinastu greinar

Flaggdagin 25. apríl og dýrabiðidag 26. apríl er Landsbókasavnið stongt

E-bókasavnið er altíð opið. Har kanst tú m.a. læna e-bøkur og ljóðbøkur,  Les meira »


25. apríl 2024
Starvsfólk til Universitetsbókasavnstænastu

Er tað tær vit leita eftir? Vit sóknast eftir einum starvsfelaga til universitetsbókasavnstænastur at byrja 1. august.   Hetta… Les meira »


15. apríl 2024