Týsdagin 10. oktober kl. 15:00 verður minnisvarðin Móðurmálið avdúkaður av nýggjum

06. oktober 2023

Landsstýrisskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, heldur røðu við minnisvarðan og aftaná verður lítil framsýning á Landsbókasavninum, har kaffi verður at fáa.

„Móðurmálið“ var fyrst formliga avdúkað av Janusi Djurhuus, á 130 ára føðingardegi Hammershaimbs (1819-1909), 25. mars 1948. Minnisvarðin er eftir listamannin Janus Kamban, gjørdur úr føroyskum gróti. Jákup Dahl fíggjaði listaverkið og gav Landsbókasavninum til ognar. Grótið er nú reinsað, og tann 75 ára gamli minnisvarðin hevur fingið eina uppiborna umvæling.

Í hesum sambandi fer Landsbókasavnið at vísa úrval av skjølum úr handrita- og brævasavninum hjá V. U. Hammershaimb, sum arbeitt verður við at skráseta í løtuni. Skjølini vóru avhendað í árunum 1985-1987, av Erlingi Hammershaimb (1904-1994) abbasoni Hammershaimbs. Talan er um tilfar, sum fáir hava granskað í síðani Chr. Matras andaðist í 1987.

Eitt av skjølunum er bræv til V. U. Hammershaimbs frá Carl Säve, Uppsala, 16. mai 1873. Carl Frederik Säve (1812-1876) var beiggi Per Arvild Säve (1811-1887). Carl og Per samlaðu evni til Gotländsk ordbok 1936–1945.

Í bókini „Bokgåva till Färöarnas lagting från Sveriges riksdag 1950“, sum varð útgivin í sambandi við „Svensku bókagávuna“ í 1950, skrivar Dag Strömbäck, professari í fólkalívsfrøði, um brævaskifti millum Hammershaimb, Carl Säve og fleiri. Strömbäck meinar, at tann hjartaligi vinskapurin millum Carl og Hammershaimb í lestrarárum teirra í Keypmannahavn. Tá hoyrdu teir báðir til fámentan hóp av lesandi, ið møttust hjá N. M. Petersen (1791-1862), professara.

Carl Säve fekk stóran áhuga fyri sínum egna málføri, akkurát sum Hammershaimb fekk fyri føroyskum. Tá ið Carl lá sjúkur bar vinur hansara honum „Heimskringlu“ á frummálinum til sjúkrastovuna. Carl skilti beinanvegin nógv av tekstinum, orsaka av hansara egna móðurmáli, gotlendskum. Hann fekk brennandi áhuga fyri at kava niður í málið og kanna, hvussu tey norðurlendsku málførini flættast og bindast saman.

Annað skjal sum verður at síggja, týsdagin 10. oktober, er týðing Hammershaimbs av Lukas evangeliinum 1-5. Í avhendingarbrævinum frá Erling Hammershaimb stendur: „Jeg kan desværre ikke oplyse, hvornår denne oversættelse er foretaget. Efter skriften at dømme, vil jeg foreslå engang mellen 1890 og 1900.“

Tiltakið byrjar kl. 15 týsdagin 10. oktober við „Móðurmálið“ og øll eru vælkomin!

 


Aftur til tíðindi
Skrivað: Annika Smith

Seinastu greinar

Flaggdagin 25. apríl og dýrabiðidag 26. apríl er Landsbókasavnið stongt

E-bókasavnið er altíð opið. Har kanst tú m.a. læna e-bøkur og ljóðbøkur,  Les meira »


25. apríl 2024
Starvsfólk til Universitetsbókasavnstænastu

Er tað tær vit leita eftir? Vit sóknast eftir einum starvsfelaga til universitetsbókasavnstænastur at byrja 1. august.   Hetta… Les meira »


15. apríl 2024