Tíðindi
Brævasavnið hjá Sonnu Dahl Niclasen avhendað Landsbókasavninum
Í dag fór formlig avhending fram á Landsbókasavninum.
Børnini hjá Sonnu og Bjarna Dahl Niclasen lótu brævasavnið hjá Sonnu Dahl Niclasen (1915-2011), fyrrverandi yvirlækna á Landssjúkrahúsinum, í varðveitslu.
Í savninum eru umleið 1600 brøv, bæði til og frá Sonnu og familju. Roknað verður við at hetta er eitt tað størsta brævasavnið, Landsbókasavnið hevur móttikið. Søguliga virðið í slíkum savni er ómetaligt og er Landsbókasavnið fegið um at kunna varðveita tað til eftirtíðina. Vanligt er at steingja persónlig brævasøvn í 25 ár og tað var eisini avtalan við avhendingina í dag.
Vit takka hjartaliga fyri!
Myndin er tikin við avhendingina. Frá vinstru: Jógvan, Helena og Andrass.
Seinastu greinar
E-bókasavnið er altíð opið. Har kanst tú m.a. læna e-bøkur og ljóðbøkur, Les meira »
Er tað tær vit leita eftir? Vit sóknast eftir einum starvsfelaga til universitetsbókasavnstænastur at byrja 1. august. Hetta… Les meira »