Takk fyri upplestur, hugleiðing, kaffimunn og fyri framsýningina, Guðrið

25. januar 2024

Mikukvøldið 24. januar kl 19.00 helt Guðrið Poulsen fyrilesturin “Úr mold” á Landsbókasavninum. Listakvinnan hugleiddi um at ganga, skriva og skapa úr leiri. Guðrið er aktuell við yrkingasavninum “ein bein linja ein bogin”, sum kom út á forlagnum Eksil í 2023, og við standmyndini “Karyatida”, ið er sett upp í Fuglafirði.

Um yrkingasavnið hjá Guðrið Poulsen skrivar Rúni Weihe:
“Við fyrsta eygnabrá eru tvey spor í yrkingasavninum eftir Guðrið Poulsen “ein bein linja ein bogin.” Eitt tekst-spor og eitt fotomynda-spor. Líta vit nærri at tekstinum, síggja vit, at teksturin skilir seg sundur í tvey tekstasløg. Í yrkingar og í eitt slag av as found–teksti. Yrkingarnar lena seg inn í pastoralu siðvenjuna, eitt slag av náttúruyrkingum, sum letur lesaran fylgjast við hirðanum/yrkjaranum eina løtu. Hitt tekstaslagið, sum eg nevndi as found, eru niðurskrivað brot úr frásøgnum frá ónavngivnum persónum, sum yrkjara-egið kanska hevur hoyrt um á síni leið. Tað sama kanska er galdandi fyri fotomyndirnar, tær eru kanska tiknar á sama gongutúri. Savnið er samanset av hesum trimum
pørtunum, sum tilsamans mynda ta lesandi rytmuna: yrkingar, brot, foto. Yrkingar, brot, foto. O.s.fr.”

Gurðrið Poulsen sigur soleiðis um standmyndina:
“Á Akropolis í Athen stendur eitt lítið tempul kallað Erektheion, til minnis um gudin Ekrekteus. Ein partur av templinum eru einar skýlissvalir, har takið er borið uppi av seks kvinnum, karyatidum, í staðin fyri vanligum súlum. Karyatidurnar standa í klassiskari positión við vektini á øðrum beininum, tær eru ílætnar klæði, sum fellur í djúpum faldum. Sum súluhøvur hava tær eina prýdda kurv. Karyatidurnar eru ein persónímynd av teirri berandi kraftini, sum er í eini súlu.
Í griksku mytologiini merkir karyatida, tær ungu kvinnurnar úr Karyatid. Karyatidurnar dansaðu við kurvum á høvdinum rundan um gudinnuna Artemisia. Artemisia var gudinnan fyri barnsburð.
Ein súla er eitt element í byggilistini.
Ein súla heldur horisontalu bjálkunum uppi.
Hon er ein ímynd av menniskjanum.”

 Kinna Poulsen hugleiðir um “Listaárið 2023” á Listaportal.com ma. soleiðis:
“Listaliga hevur 2023 ikki minst verið eitt sterkt kvinnuár, sum byrjaði við, at tríggjar kvinnur fingu mentanarvirðislønirnar; [...] Guðrið Poulsen fekk Heiðursgávu Landsins. (2022) listakvinna syrgdi eisini fyri, at árið eisini endaði sum eitt sterkt kvinnuár. Tað gjørdist greitt, tá hennara standmynd til kvinnur deyðar í barsilssong varð avdúkað í Fuglafirði í desember. Eitt verk, sum brýtur upp úr nýggjum bæði evnisliga, formliga og tilfarsliga við tað, at hetta er fyrsta monumentala, abstrakta keramikkstandmynd í Føroyum.”

Guðrið Poulsen hevur havt framsýning á Landsbókasavninum í nakrar mánaðir og framsýningin er nú tikin niður.

Vit á Landsbókasavninum takka listakvinnuna og tykkum øllum sum komu á gátt í gjárakvøldið, og sum eisini hava vitjað framsýningina.


Aftur til tíðindi
Skrivað: Rikke Borgaard

Seinastu greinar

Flaggdagin 25. apríl og dýrabiðidag 26. apríl er Landsbókasavnið stongt

E-bókasavnið er altíð opið. Har kanst tú m.a. læna e-bøkur og ljóðbøkur,  Les meira »


25. apríl 2024
Starvsfólk til Universitetsbókasavnstænastu

Er tað tær vit leita eftir? Vit sóknast eftir einum starvsfelaga til universitetsbókasavnstænastur at byrja 1. august.   Hetta… Les meira »


15. apríl 2024