ELIN BRIMHEIM HEINESEN FYRISTØÐUFÓLK Á LJÓÐBÓKATÆNASTUNI

17. apríl 2018

Tann 16. apríl byrjaði Elin Brimheim Heinesen í starvi sum fyristøðufólk á Ljóðbókatænastuni hjá Landsbókasavninum.

Uppgávurnar hjá Ljóðbókatænastuni eru at útvega ljóðbøkur o.a. tilfar til teirra, sum av eini ella aðrari orsøk ikki fáa lisið ella á annan hátt fáa ognað sær vanligan prentaðan tekst. Somuleiðis skal ljóðbókatænastan skipa fyri, at tilfar av nevnda slagi verður atgeingiligt hjá brúkarunum á bókasøvnum landsins.Virksemið hjá Ljóðbókatænastuni verður lagt til rættis saman við Ljóðbókanevndini, sum er mannað við umboðum fyri Landsbókasavnið, Sjóndepilin, Nám, Býarbókasavnið, Føroya Blindafelag, Meginfelag teirra Brekaðu og Felagið fyri lesi- og skriviveik og orðblindafelagið.

Elin Brimheim Heinesen er fødd 25. juni 1958 í Tórshavn. Hon er cand.mag. í fagurfrøði og mentan við hjágrein í føroyskum máli og bókmentum. Harumframt hevur hon útbúgving sum filmshandritahøvundur frá Den Danske Filmskole og í vinnubúskapi frá Copenhagen Business School. 
Elin hevur arbeitt bæði í Danmark og í Føroyum við miðling, samskifti, marknaðarføring og fyriskipan í mong ár og hevur drúgvar royndir við bæði prentaðum miðlum, loftmiðlum og netmiðlum sum journalistur, ritstjóri og útgevari, umframt at hon hevur verið virkin innan tónleik og aðra mentan.


Aftur til tíðindi
Skrivað: Sólvør Henriksen

Seinastu greinar

Bókavørður til Landsbókasavnið

Landsbókasavnið søkir eftir avloysara í 1 ár til at byrja 18. juni 2018 ella skjótast til ber.   Starvið er parttíðarstarv og arb… Les meira »


14. mai 2018
EYÐUN OG LEIKRITINI

28. apríl verður sjónleikarin og leikstjórin Eyđun Johannessen 80 ár. Eyðun var fyrsti føroyingur við útbúgving sum sjónleikari. V… Les meira »


28. apríl 2018