EYÐUN OG LEIKRITINI

28. apríl 2018

28. apríl verður sjónleikarin og leikstjórin Eyđun Johannessen 80 ár. Eyðun var fyrsti føroyingur við útbúgving sum sjónleikari. Við stovnanini av fyrsta føroyska yrkissjónleikabólkinum Grímu, legði hann lunnar undir nýggjan føroyskan sjónleik. Í nógv ár starvaðist hann á Aarhus Teater, og hevur eisini pallsett leikir á Det Kgl. Teater í Keypmannahavn og á Odense Teater. Eisini hevur hann starvast í Svøríki, Norra og í Íslandi. Við fleiri enn 200 leikuppsetingum, er Eyðun ein tann virknasti leikstjórin í sjónleikasøgu Danmarkar.

Saman við Jenny Christina Petersen varð Eyðun í 2000 settur í starv sum leikhúsleiðari fyri Tjóðpallin við tí endamálið, at fáa føroyskan Tjóðpall settan á stovn. Hetta gjørdist veruleiki í 2005. 
Í 1997 fekk hann viðurkenning frá Statens Kunstfond og í 2001 fekk hann Mentanarvirðisløn landsins.

Í samband við áttati ára dagin seta vit sjóneykuna á tey mongu leikritini, Landsbókasavnið hevur. Um tit ynskja at síggja fleiri, spyr endiliga starvsfólkið. Leikritini eru til láns.

Landsbókasavnið ynskir Eyðuni hjartaliga til lukku við árunum og somuleiðis eisini til lukku við nýggju bókini Mínum leikapettum.

Verið vælkomin á Landsbókasavnið.

*myndina av Eyðuni hevur Birgir Kruse tikið


Aftur til tíðindi
Skrivað: Sólvør Henriksen

Seinastu greinar

Lesnaður og bókasøvn

Bókasavnið sum týðandi partur av øllum útbúgvingum Les meira »


14. september 2018
Kristian í starvsvenjing á Landsbókasavninum

Eg havi nú verið í starvsvenjing á Landsbókasavninum í tvær vikur. Tíðina meðan eg havi verið her, havi eg roynt alt frá katalogis… Les meira »


10. september 2018