Bókavørður til Landsbókasavnið

14. mai 2018

Landsbókasavnið søkir eftir avloysara í 1 ár til at byrja 18. juni 2018 ella skjótast til ber.

 
Starvið er parttíðarstarv og arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna. Arbeitt verður í vaktum.

Uppgávurnar eru fjølbroyttar og arbeiðið fakliga krevjandi og fevnir um m.a.

-         Arbeiði í útláninum

-         Viðlíkahald av bókasavnsskipanini og øðrum kt skipanum hjá Landsbókasavninum.

 

Førleikar
Til starvið krevst útbúgving sum bókavørður, so sum Bibliotekar DB, ella samsvarandi útbúgving.

Dentur verður eisini lagdur á, at bókavørðurin er sinnað/ur at luttaka í menningaátøkum, og vit rokna við, at tann, ið sett/ur verður, hevur

-         Góð samstarvsevni

-         Sjálvstøðugt arbeiðslag

-         Góðan tænastuhugburð

-         Góðan teldukunnleika

-         Góðar málførleikar á føroyskum, norðurlendskum og enskum

 

Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Umsóknir til starvið skulu saman við avriti av prógvum og yrkisleið (cv) sendast til:

Landsbókasavnið, J.C. Svabosgøta 16, Postsmoga 61, FO-110 Tóshavn ella annikas@landsbokasavnid.fo

 

Umsóknarfreistin er 1. juni 2018.

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Anniku Smith, landsbókavørð

 

____________

Landsbókasavnið er høvuðs- og tjóðbókasavn og hevur sum høvuðsuppgávu at savna inn, skráseta, varðveita og fremja útbreiðslu av kunnleika um føroyskar bókmentir og av bókmentum um Føroyar. Harumframt veitir Landsbókasavnið vísindabókasavnstænastu. Landsbókasavnið skipar fyri skráseting av føroysku tjóðbókaskránni og er føroysk ISBN-skrivstova.


Aftur til tíðindi
Skrivað: Tanya Møller

Seinastu greinar

Bókavørður til Landsbókasavnið

Landsbókasavnið søkir eftir avloysara í 1 ár til at byrja 18. juni 2018 ella skjótast til ber.   Starvið er parttíðarstarv og arb… Les meira »


14. mai 2018
EYÐUN OG LEIKRITINI

28. apríl verður sjónleikarin og leikstjórin Eyđun Johannessen 80 ár. Eyðun var fyrsti føroyingur við útbúgving sum sjónleikari. V… Les meira »


28. apríl 2018