Kristian í starvsvenjing á Landsbókasavninum

10. september 2018

Eg havi nú verið í starvsvenjing á Landsbókasavninum í tvær vikur. Tíðina meðan eg havi verið her, havi eg roynt alt frá katalogisering til bókbinding til ljóðbókaupptøkur. Eg havi sostatt lært mangt og hvat hesar fjúrtan dagarnar eg havi brúkt her. Ta vitan, ið eg havi fingið, meðan eg havi verið her, hevur givið mær íblástur til hvat eg kanska ætli mær at gera seinni í lívinum.
Í samband við at starvsvenjingin nú er liðug, havi eg gjørt eitt lítið savn av ymiskum bókmentum, sum eg haldi eru áhugaverdar, og sum eg haldi at onnur burdu lisið eisini. Hetta savni fevnir um alt frá gomlu norrønu sagnunum í"Heimskringlu" hjá Snorra Sturlason, til ymisk heimspekilig verk so sum "Slik talte Zarathustra" og "Den muntre videnskab" hjá Nietzche, og víðari til samfelags teorir hjá Marx, og Orwellsa surrealistiska kommentar til okkara samfelag í skaldsøguni “Javnlíkar”.
Tað hevur verið deiligt at verið í starvsvenjing her, og eg havi følt meg vælkomnan hvørja ferð eg eri komin inn gjøgnum hurðina. Fólkið her og arbeiðið tey gera hevur givið mær eitt gott innlit í hvat fyrigongur inni á einum bókasavni, og hvussu tydningarmikið tað er at varðveita okkara mentan. Eg havi fingið stóra virðing fyri tí arbeiðnum tey gera. Men mest av øllum hevur starvsvenjingin givið mær eina ábending um hvat eg ætli mær at arbeiða við í framtíðini.
Kristian D. Kjelnæs, 9ð í Skúlin í fløtum


Aftur til tíðindi
Skrivað: Laura Vinther

Seinastu greinar

Lesnaður og bókasøvn

Bókasavnið sum týðandi partur av øllum útbúgvingum Les meira »


14. september 2018
Kristian í starvsvenjing á Landsbókasavninum

Eg havi nú verið í starvsvenjing á Landsbókasavninum í tvær vikur. Tíðina meðan eg havi verið her, havi eg roynt alt frá katalogis… Les meira »


10. september 2018