Lesnaður og bókasøvn

14. september 2018

Bókasavnið sum týðandi partur av øllum útbúgvingum

Útbúgving hevur ongantið verið meira umráðandi enn nú, og møguleikarnir hava ongangtið verið fleiri. 
Bókasøvn eru ein týðandi partur av øllum útbúgvingum. Tey veita atgongd til ein hóp av tilfari, so sum bókum, greinum, tónleiki, filmum og mongum øðrum, bæði sum fysiskt og talgilt tilfar. Á bókasøvnum ber til at hugsavna seg um lesturin í einum lærings- og mentanarumhvørvi, har tú eisini hittir onnur. 
Eitt kveikjandi stað til upplýsing, har tú kanst læra, leita, lesa, skriva, spyrja, luttaka, møta, finna, uppliva, uppdaga og skapa. Vit møta tær, har tú ert.
Verið vælkomin á Landsbókasavnið.

Í øllum hesum meldrinum av útbúgvingarmøguleikum er tað serliga ein útbúgving, sum vit halda vera sera spennandi. Tað er sjálvandi útbúgvingin Informatiónsvísindi og mentanarmiðlan. Hetta er útbúgvingin sum m.a. gevur tær møguleika at arbeiða á bókasøvnum sum bókavørður.
Í hesum videobroti sigur Maria frá, hví hon heldur, útbúgvingin hóskar henni.
Um hetta hevur tín áhuga, ert tú vælkomin út á Landsbókasavnið. Vit vegleiða og greiða fegin frá okkara útbúgving. 
Les annars meir um útbúgvingina her


Aftur til tíðindi
Skrivað: Laura Vinther

Seinastu greinar

Landsbókasavnið á ferð

Í síðstu viku vóru Landsbókavørðurin, Annika Smith og Tanya Møller, bókavørður, á vitjan á bókasøvnum í Suðuroynni. Á skránni vóru… Les meira »


15. oktober 2018
Bókaframsýningin í oktober

Hendan oktober koma bøkur, skrivaðar av útlendskum høvundum, har søgan gongur fyri seg í Føroyum, at standa frammi í útláninum. Bø… Les meira »


04. oktober 2018