Bókaframsýningin í oktober

04. oktober 2018

Hendan oktober koma bøkur, skrivaðar av útlendskum høvundum, har søgan gongur fyri seg í Føroyum, at standa frammi í útláninum. Bøkurnar eru til útláns.

Fleiri útlendingar hava skrivað skald, - krimi,- ella ungdómsbøkur, har søgan gongur fyri seg í Føroyum.

Ein tann kendasta man vera norska “Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i alt mylderet?” hjá Johan Harstad. Bókin er blivin týdd til fleiri mál og gjørd til film. Sjálvur umrøður høvundurin Føroyar sum ein “Hidden treasure”, ið liggur fjaldur undir mjørkanum. (https://www.youtube.com/watch?v=luF5ZS_5vfc)

Chris Ould, ið hevur skrivað tríggjar krimisøgur, ið ganga fyri seg í Føroyum, hevur sagt, at landslagið í Føroyum nærum er upplagt til krimisøgur: “On the first day of that first trip I drove to a place called Saksun and walked down to the beach which is almost entirely encircled by cliffs. It was very atmospheric, especially in driving rain and strong wind, and there in the sand was the half-buried carcass of a sheep. It was one of those moments when you think, ‘Yeah, this would be a really great place for someone to find a dead body.” (https://crimefictionlover.com/…/interview-chris-ould-inter…/)

Ein annar høvundur, ið eisini hevur skrivað krimisøgur í Føroyum, er Craig Robertson. Hann hevur sagt, at tað var ein torfør uppgáva, m.a. tí at fá brotsverk verða framd í Føroyum, tað regnar enn meira í Føroyum enn í Skotlandi, og tí at Føroyar eru ókendar fyri útheimin. (https://crimefictionlover.com/…/never-set-your-book-in-the…/) 
Aðrir høvundar hava búleikast í Føroyum og hava allarhelst á henda hátt fingið íblástur til at skriva skaldsøgur, ið ganga fyri seg í Føroyum. Av hesum kunnu m.a. nevnast Jørgen Falk-Rønne, ið var prestur á Sandoynni í 1889, og Lisbeth Nebelong, har kærleikin til Føroyar gongur aftur í tríverkinum “Færø blues trilogien”.


Aftur til tíðindi
Skrivað: Sólvør Henriksen

Seinastu greinar

Starvsfólk til Universitetsbókasavnstænastu

Er tað tær vit leita eftir? Vit sóknast eftir einum starvsfelaga til universitetsbókasavnstænastur at byrja 1. august.   Hetta… Les meira »


15. apríl 2024
Bókin Saga JAM hjá Høgna Mohr hevur vunnið lesaravirðislønina hjá teimum føroysku bókasøvnunum.

Bókin Saga JAM hjá Høgna Mohr hevur vunnið lesaravirðislønina hjá teimum føroysku bókasøvnunum. lesarar hava kunnað atkvøtt millum… Les meira »


05. mars 2024