Regin Dahl 100 ár

Sunnudagin 4. november kl 15.00-16.30 á Landsbókasavninum

Landsbókasavnið er karmur um ein dag har vit fara at minnast og hátíðarhalda Regin Dahl sum høvund. Framsýningin Regin Dahl letur upp henda dag.

Eisini vera røður um hansara rithøvundavirki. Lea Kampmann tulkar Regin Dahl løg.

Skrá:

Lea Kampmann spælir eitt lag eftir Regin Dahl

Annika Smith landsbókavørður bjóðar vælkomin,  Framsýningin um Regin Dahl letur upp.

Posta leggur frímerkið fram og signerar fyrstadagsbjálvar. Kim Simonsen sigur okkurt um frímerkið.

kaffi og køkur

Hanus Kamban hugleiðir um Regin Dahl

Knút Háberg Eysturstein greiðir frá um sína bók um Regin Dahl

Halgir Winther Poulsen tosar um nýggja yrkingasavnið "Dansa við deyðans grindir" og Heðin M. Klein lesur yrkingar úr     savninum

Lea Kampmann tulkar eitt lag eftir Regin Dahl