Hentleikar á Landsbókasavninum

TRÁÐLEYST NET

Á bókasavninum er tráðleyst net. Kotan stendur á skeltum á borðunum í útláninum. 

 

Sjálvlán

Tú kanst læna og lata inn lænt tilfar í sjálvgreiðsluni á ovaru hædd
Um tú skalt læna tilfar, sum er bílagt frá øðrum bókasøvnum, er viðhvørt neyðugt at venda sær til starvsfólkið.

Teldur

Í útláninum standa tvær teldur, ið eru knýttar at prentara, til lánarar at brúka. Tað kostar 1 kr fyri hvørt ark í svørtum og hvítum.

LESISTOVA

Hevur tú brúk fyri arbeiðsfriði, eru 8 pláss á lesistovuni.

Um tær ikki nýtist totalan frið, eru arbeiðsborð millum hillarnar í útláninum.

Um tú hevur brúkt bøkur hjá bókasavninum, vinaliga lat tær liggja eftir á borðinum. Vit seta tær uppá pláss.

 

FØROYSKU BLØÐINI 

Yvirlit yvir føroysk dagbløð á mikrofilmi

Yvirlitið sýnir, hvørji føroysk dagbløð og onnur bløð Landsbókasavnið hevur á mikrofilmi. Hesir filmar kunnu bert brúkast á bókasavninum, og tað ber til at taka ljosrit av tí, ið skal brúkast.

Talgildu føroysku bløðini og tíðarrit liggja á tidarrit.fo Harumframt er Dimmalætting talgilt frá 2003-2015 og Sosialurin frá 2000-2015, og kunnu tey lesast í Tøknirúminum á Landsbókasavninum. 

Sum nakað nýtt hava Dimmalætting gjørt av, at allir árgangir, sum eru eldri enn tvey ár kunnu lesast á teirra heimasíðu dimma.fo

TELDUR

Í Tøknirúminum eru tvær teldur til taks. Til ber at prenta út frá tí einu.

 

PRINT - KOPIERING - SKANNING

Í tøknirúminum er kopimaskina við ymiskum hentleikum til lánarar at brúka.

Prísir fyri hesar tænastur finnur tú her

FUNDIR 

Í fundarrúminum er friður og til ber til at halda stuttar fundir.

KAFFI- OG MATKRÓKUR

Møguleiki er at eta matpakka og at keypa sær ein kaffimunn í kaffi- og matkrókinum í forhøllini.Í krananum er kókandi heitt vatn til te og suppu.

Kaffi: 12.- kr

 

 

KAFFI, TE OG OKKURT GOTT AFTURVIÐ

Í automatini í forhøllini ber til at keypa sær okkurt gott afturvið.

 

 

 

VESI

Vesir eru í forhøllini.

Vesið til høgru er eisini til fólk við rørslutarni og eitt skiftiborð við møguleika fyri at skifta tínum barni.

SKIFTIBORÐ

SKÁP

Til ber at leggja viðføri o.a. í skápini í forhøllini. Vegleiðing til kotuna finnur tú á skápunum.

VØDDAMÝKING

Treingir tú til ein steðg, ber til at nýta okkara stól til vøddamýking. Av tí at stólurin stendur í fundarrúminum í forhøllini, er hann bert tøkur tá hølini ikki eru upptikin. Stólurin er ókeypis at brúka.

 

 

PARKERINGSVIÐURSKIFTI

Á Landsbókasavninum eru fleiri parkeringspláss, eitt av teimum er til rørslutarnað.

Vetrarljós

Besta viðgerin móti tunglyndi er ljósviðgerð. Í útláninum hava vit sett eina ljóslampu til vitjandi at brúka.