Soleiðis verður tú lánari

Lánarakort fæst í avgreiðsluni, og tað fyrsta er ókeypis.

Øll yvir 14 ár, sum hava bústað í Føroyum, kunnu læna ókeypis á Landsbókasavninum, treytað av

  • at lánarin hevur lánarakort
  • at reglugerðin verður hildin

Tað ber ikki til at læna uttan lánarakort.

Verður lánarakortið burtur, má boðast bókasavninum frá beinanvegin. Eitt nýtt lánarakort kostar 50 kr.

Broytir lánarin bústað ella teldubústað, skal bókasavnið hava boð.

Lánarakort hjá øðrum føroyskum bókasøvnum kunnu eisini nýtast á Landsbókasavninum, um tey verða lisin inn í bókasavnsskipanina.

Ábyrgd

Lánarin hevur sjálv/sjálvur ábyrgdina av tí, hon/hann lænir.

Lánitíðin

Lánitíðin er 30 dagar - í summum førum 14 dagar.

Bíleggingar

Er tilfarið útlænt, ber til at bíleggja tað umvegis www.bokasavn.fo. Fráboðan verður send, tá ið tilfarið er tøkt.

Minst til at hava lánarakortið við, tá ið tú kemur eftir tilfarinum.

Sjálvgreiðsla

Tilfar kann bíleggjast og endurnýggjast um leitiskipanina hjá Landsbókasavninum: www.bokasavn.fo

Til hetta krevst lánarakort og loyniorð.

Væntar tær loyniorð, vend tær so til avgreiðsluna á bókasavninum.

Ritar tú inn í www.bokasavn.fo sært tú eisini

- Øll tíni lán
- Afturborin lán
- Gjørdar bíleggingar
- Møguliga eftirstøðu

Tilfar frá øðrum bókasøvnum

Eigur bókasavnið ikki tilfarið, ið leitað verður eftir, verður í flestu førum roynt at útvega tað frá øðrum bókasøvnum, annaðhvørt í Føroyum ella uttanlands.

Í summum førum verður gjald kravt fyri greinir.

Fyri tilfar lænt frá øðrum bókasøvnum eru teirra treytir galdandi.

Endurnýggjan

Lánið kann endurnýggjast, um eingin annar hevur biðið um tilfarið. Endurnýggjan av láni kann avgreiðast á heimasíðuni www.bokasavn.fo ella um telefonina.

G.G. Útlendsk lán kunnu einans endurnýggjast við at seta seg í samband við avgreiðsluna á Landsbókasavninum.

Fjaratgongd til talgilt tilfar

Fyri at fáa fjaratgongd skal tú vera lánari á Landsbókasavninum og biðja um brúkaranavn og loyniorð.

Send umsókn um fjaratgongd

Áminning

Verður tilfarið ikki borið aftur rættstundis, verður sekt givin soleiðis sum yvirlitið vísir:

  • 0-14 dagar ov seint 20 kr.
  • 15-28 dagar ov seint 70 kr.
  • eftir 29 dagar ov seint 140 kr.

Endurgjald

Geva áminningarnar ikki úrslit, verður endurgjaldskrav skrivað, og somuleiðis kann endurgjald verða kravt fyri oyðilagt og burturmist tilfar.

Saman við endurgjaldskravinum verður eisini kravt eitt innheintingargjald à 140 kr.

Serliga virðismiklar bøkur, partar av bókaverkum og annað týdningarmikið tilfar verður virðismett fyri seg

Landsbókasavnið hevur opið soleiðis

Mánadag, týsdag, mikudag og hósdag: kl. 08:30-18:00
Fríggjadag: kl. 08:30-17:00

Móttøkan letur upp kl. 10:00