Ráð og tænastur í bókasavnsviðurskiftum

Stovnstænastan á Landsbókasavninum veitir skúlum og øðrum stovnum ráð og tænastur í bókasavnsviðurskiftum.

Ráðgeving

Ráðgeving kann fevna um bókasavnsmál, so sum skráseting av tilfari, útlan og røkt av tilfarsstovni.

 Skráseting og røkt av bókasøvnum

Landsbókasavnið átekur sær eisini eftir umbøn at skipa og skráseta bókastovnar hjá almennum og privatum stovnum.

Skrásetingin fer fram í bókasavnsforritinum Aleph, sum verður brúkt á flest øllum føroyskum bókasøvnum.

Fyrispurningar um ráðgeving ella tænastur kunnu sendast til Landsbókasavnið.