Landsbókasavnið

Eftir lógini er Landsbókasavnið tjóðbókasavn, høvuðsbókasavn og vísindabókasavn. 

Endamál savnsins er:

  • at savna allar føroyskar bókmentir og so mikið sum gjørligt av bókmentum um Føroyar 
  • at taka ímóti skylduavhendingini av útgivnum føroyskum verkum 
  • at skráseta, varðveita og fremja útbreiðslu av kunnleika um hetta og annað tilfar 
  • at skipa fyri skráseting av føroysku tjóðbókaskránni 
  • at hava handritadeild 
  • at vera føroysk skrivstova í sambandi við altjóða skráseting av bókum, tónleiki og tíðarritum 
  • at umsita tær uppgávur, ið álagdar eru Bókastovuni
  • at veita vísindabókasavnstænastu

Sambært bókasavnslógini er lógfest skylda at lata Føroya Landsbókasavni 4 ókeypis eintøk av teimum verkum, ið verða givin út í Føroyum. Avhendingarskyldan áliggur tí, sum framleiðir liðug eintøk til útgávu. Tá ið tað snýr seg um útgávu, har eintøkini av verkunum eru framleidd uttanlands, hevur útgevarin avhendingarskyldu. Sí eisini Kunngerð nr. 4 frá 20. januar 2012 um avhending av skyldueintøkum til Landsbókasavnið í Søvnum Landsins.