Alment útlán

Móttøkan letur upp kl. 10:00, tó er bókasavnið opið frá kl. 08:30

Í útláninum eru bøkur og annað tilfar, sum lánarar kunnu læna við sær heim. Har er eisini atgongd til talgilt tilfar, sum vísindabókmentir, bløð, tíðarrit og handbøkur.

Lánari, sum tørvar hjálp at leita eftir ávísum lesi- ella kunningartilfari ella sum kundi hugsað sær at fingið yvirlit yvir, hvat er skrivað um ávíst evni, kann venda sær til bókavørðin, sum er á vakt.

Umframt lán úr útláninum ber til at síggja og arbeiða við tilfari, sum er á Føroyadeild ella á Handritadeildini. Um tilfarið tolir tað, kann loyvi gevast at taka avrit av tilfari, sum ikki er til láns.

Alt lesi- og handritatilfar á Landsbókasavninum er skrásett í bókasavnsskipanini. 

Í útláninum er eisini lesistova við handbókum og tíðarritum, sum kunnu brúkast á staðnum. 

Fleiri arbeiðspláss eru, har til ber at sita og lesa ella skriva. Tráðleyst net er í útláninum.

Landsbókasavnið heldur saman við øðrum útbúgvingar- og granskingarstovnum ein hóp av bókasavnstilfari á netinum, vísindaligir leitigrunnar og tíðarrit, nevnt E-feingi, sum serliga er ætlað lesandi á hægri lærustovnum og granskarum. 

Eisini heldur Landsbókasavnið saman við nøkrum skúlum fleiri handbøkur og tíðarrit á netinum, nevnt EBI.