Upplýsingar um Covid-19 og bókasøvn 

Bókasøvn lata aftur um allan heim.
Bókasøvn um allan heim eru í tí truplu støðu, at skula velja hvørjar tænastur tey skulu bjóða viðskiftafólki og hvussu hetta skal fara fram - alt frá smáum avmarkingum til fulla afturlating. Tey ymsu londini hava ymiskar tilgongdir. Onkur lond steingja alt, onnur halda at lívið skal ganga sína vanligu gongd og onnur lata bókasavnsleiðarar um at taka avgerðirnar.

Ein og hvør avgerð um at avmarka tænasturnar ella at steingja eitt bókasavn er heilt sikkurt ein torfør avgerð at taka, og skal takast eftir at váðarnir eru væl umhugsaðir.

Í Føroyum hava øll bókasøvn verið stongd síðan fyrstu tilmælini um at steingja, komu frá myndugleikunum um hálvan mars. 

Bókasavnsfólk hava verið von at laga seg til tær broytingar ið alheimsgerðin hevur við sær, og tað hevur ikki skortað á hugskotum, hvussu bókasøvnini sum best kunnu hjálpa sínum viðskiftafólki.
Nøkur bókasøvn hava økt um talgildu tænaturnar, onnur hava koyrt tilfar út til sínar lánarar og onnur hava lagt tilfar fram til heintan.

20. apríl fer Føroyar at lata varisliga uppaftur og ein partur av skúlanæmingunum skal til roynd. Tað er eingin ivi um at tey ongantíð hava haft so nógv brúk fyri bókasavnsfólki og bókasøvnunum sum í hesu truplu tíð.

Niðanfyri eru upplýsingar um Covid-19 og bókasøvn: 

IFLA - International Federation of Library Associations and Institutions hevur samlað saman upplýsingar um hvussu bókasøvn handfara støðuna, vit eru komin í:

https://www.ifla.org/covid-19-and-libraries?fbclid=IwAR1g5WS5xaoMS_R_RTB_92VShvIKP7CSERsMOwGq_Gv6YZdC8pbnCDMhYds