(netframsýning: 2009)

Tað eru liðin 100 ár síðani Rasmus Rasmussen gav út skaldsøguna Bábelstornið undir dulnavninum Regin í Líð.
Landsbókasavnið hevur í hesum sambandi gjørt eina netframsýning, har myndir, ljóð og talgilt tilfar bera framsýningina. Bábelstornið

Bábelstornið er fyrsta skaldsøgan á føroyskum máli. Hon kom út sum bók í 1909, men áðrenn tað hevði hon staðið í Tingakrossi sum framhaldssøga undir heitinum Ættarbregi. Bábelstornið er ein politisk ættarsøga, sum lýsir húsfólkið á tveimum gørðum ígjøgnum trý ættarlið. Eisini er skaldsøgan eitt slag av ævisøgu um tjóðskaparrørsluna, sum varð fødd í uml. 1870.

Rasmus Rasmussen var føddur í Miðvági í 1871.
Utbúgving fekk hann á Vallekilde og Askov háskúlum í tíðarskeiðinum 1892-98, og á Danmarkar læraraháskúla í 1898-99.

Í 1899 stovnaði Rasmus Rasmussen saman við Símuni av Skarði, Føroya fólkaháskúla, sum hann undirvísti á í 48 ár, til hann legði frá sær í 1947.

Umframt ein hóp av greinum og røðum, skrivaði Rasmus Rasmussen eisini fagrar- og yrkisbókmentir. Tað fyrsta, Rasmus Rasmussen læt prenta við skaldsligum innihaldi, var yrkingin Kunnleiki, sum stóð í Fuglaframa í 1901.

Í 1907 stovnaði Rasmus Rasmussen saman við A.C. Evensen og Anton Degn Hitt føroyska bókmentafelagið, sum í nøkur ár gav út føroyskar bøkur.

Rasmus Rasmussen doyði í 1962.