Heima á foldum
William Heinesen 100 ár
Fyri 10 árum síðan, tá ið William Heinesen fór um tey níti, skipaði Landsbókasavnið fyri bókatingi, har bókin varð gjørd til miðdepil. Tá høvdu vit framvegis William ímillum okkum, og honum líkt var hann fegin um, at vit settu ljóskastaran á bókina ístaðin fyri á rithøvundin. Hesaferð hava vit tó valt at lýsa mannin aftanfyri teir brosandi bókstavirnar WH og hansara stóra verk. Á framsýningini ferðast vit við honum heima á foldum og heiman. Vit fylgja honum frá tí sólin sær fyrstu ferð í Bringsnagøtu 15. januar 1900, og til hon setir fyri síðstu ferð handan Reynið á grækarismessu í 1991.
Við orðum, ljóðum, litum og tónum verða gestirnir einaferð enn leiddir inn í heim Williams.
Stórur partur av handritatilfarinum eftir William er í varðveitslu á Kongaliga Bókasavninum í Keypmannahavn, men á Føroya Landsbókasavni er eisini nakað av tilfari. Framsýningin er komin í lag eftir at Føroya Landsbókasavn heitti á Kongaliga Bókasavnið um at bókasøvnini í felag gjørdu eina framsýning í sambandi við 100-ára dagin. Gjørt varð av, at framsýningin skuldi latast upp í Havnini á sjálvum føðingardegnum, og at hon seinni skuldi flytast til Keypmannahavnar.
William Heinesen vaks upp í Havnini í heimi og umhvørvi, sum var nógv ávirkað av donskum máli og danskari mentan. Men pápin var av bóndaætt úr Vágunum, og at kalla á hvørjum sumri barnaárini vitjaðu brøðurnir abban og ommuna í Bø. Her livdi framvegis gamla foroyska bóndasamfelagið, óbroytt gjøgnum øldir.
William Heinesen skrivaði á donskum, men hann virkaði í Havn, og fremst av øllum luttók hann av fullum huga í mentanarlívinum í býnum og var harafturat ein sannur kveikjari. Í hesum kveikjandi virksemi er tað serliga myndlist hansara, ið skarar framúr. Sambart Williami sjálvum fór hann av álvara undir at fáast við málningalist, tá ið hann í 1924 saman við øðrum prýddi Havnar Klubba til eina grýluveitslu. Síðani komu mangar myndir til føroyskar sagnir og ævintýr og oljumálningar av føroyskum landsløgum og støðum, og at enda komu hansara sermerktu pappírsklipp. William helt sjálvur hesa síðu av sínum listarliga áhuga vera eitt kærkomið ítriv, meðan hann legði dent á, at hann tók skaldsliga virksemi sítt ógvuliga álvarsamt.
Framsýning sum henda hevði ikki fingist í lag, vóru tað ikki stovnar og einstaklingar, sum hjálptu og tóku undir. Av øllum hesum verður bara ein nevndur, og tað er sonur Williams - Zacharias Heinesen. Uttan hansara stóru hjálp hevði framsýningin verið fátækslig.
Tøkk øll somul.
Martin Næs
Skrá fyri hátíðarhaldinum
Fríggjadagin 14 . januar:
- kl.20: Kvøldseta í Kommunuskúlahøllini við upplestri og tónleiki og bókaframløgu.
Leygardagin 15. januar:
- kl.14: Minnisvarði eftir Hans Paula Olsen verður avdúkaður á heygnum sunnan fyri Viðarlundina.
- kl.16: Framsýning Heima á foldum letur upp í Norðurlandahúsinum.
- kl.20: Leikurin Móðir Sjeystjørna verður frumsýndur í Gamla Meiaríi.
Sunnudagur 30. januar:
- kl.16: Konsert við Anniku Hoydal í Norðurlandahúsinum.
Myndir frá framsýning
Eg veit eitt land
har vetrardagurin um havið
er sum skýming millum gamlar gravir.
Her við eitt nátturðaborð við breyði og fiski
situr ein gomul visalig kona
við æðrutum hondum og kropnum fingrum,
men við nógvum góðum látri í sínum hjarta.
So eri eg aftur heima.
Smakkur av hoyggj og og torvi gongur at mjólkini.
Ketilin surrar sakliga útiá.
Uttanfyri syngja
ófatiliga nógvar milliónir tons av vatni.
Uttanfyri singla vetrarstararnir í kvøldarkátum meingi.
Seyðurin legst á ból í haganum
við døgg og norðlýsi í ullini.
Við sjóvarmálan stendur fiskihegrin
á sama bletti og við sama lag
sum á døgum Fyrsta Pepins, faraokongs.
í sjónum spáka ulka og brosmukálvur
í pálmalundum av tara
og geva sær góðar stundir
meðan tey veittra við stertunum
til gággukrabban.
Og rognkelsið – anilinreytt og gallgrønt
og lillablátt sum ein frostetin hond
og illlitt blásvart sum kolubrandur í einum fóti
og við teringi á búkinum og spitalskt á bakinum
og við tveimum prónum á høvdinum –
hevur sogið seg fast í ein stein á botni,
hevur krøkt seg fast í klótuna Tellus,
og spælir at tað er so vøkur ein blóma
sum nøkur í himni ella í helviti.
Og hvussu við unganum ið kombikkið eigur
og er so lítið sum minsta komma í opinberingini?
Og hvussu við hvalinum,
tí stóra einsliga gudsbarninum,
sum blæsir so treystliga í oyðuni?
Aja, móðir, táið vit hava etið
og tosað og flent og undrað okkum mett,
fara vit hvør til sítt:
eg til mína song,
har ið eg hugspjaddur lati upp svøvnsins tíðleysu slúsu–
tú til tína grøv,
har grasið teskar heimligt
við myrkri og ævinleika í sínum máli.
William Heinesen