Sum høvuðsbókasavn fyri alt landið veitir Landsbókasavnið bókasavnstænastur til øll onnur bókasøvn í landinum. Landsbókasavnið hevur eftirlit við fólkabókasøvnunum og veitir ráð og leiðbeining.

Innkeypsdeildin á Landsbókasavninum veitir bókasøvnum tænastur, tá ið tað snýr seg um keyp av bókum og øðrum bókasavnstilfari.