UM EFEINGI

29. januar 2020

Efeingi er eitt samstarv millum Landsbókasavnið og útbúgvingar- og granskingarstovnar í Føroyum um at veita hesum stovnum atgongd til vísindaligt tilfar á internetinum. Samstarvið um efeingi verður eisini kallað FRIS - Faroe Research Information Service.

Flestu haldini verða teknað við Det Kongelige Bibliotek sum forhandlara fyri FRIS frá forløgunum AAAS, BMJ, EBSCO, Elsevier, Nature Research, Oxford University Press, Sage, Springer, Taylor & Francis og Wiley.
Summi hald verða teknað beinleiðis við forløgini. Tað eru hald frá til dømis Idunn (Universitetsforlaget), Canadian Journal of Fisheries and Aquatic Sciences (Canadian Science Publishing), The Journal of the American Medical Association (JAMA), Marine Ecology Progress Series (MEPS) o. o.
Tilsamans í ymsu haldunum eru umleið 9100 vísindalig tíðarrit, flestu av teimum atgeingilig frá 1997 til í dag. Summi av tíðarritunum liggja tó partvíst sum Open Access, og tá er ikki neyðugt at vera stødd ella staddur á ávísum IP-øki fyri at fáa fulltekst atgongd.
Í samstarvinum um efeingi 2020 eru tíggju søvn og stovnar. Stovnarnir hava umboð í stýrisbólkinum fyri FRIS - Faroe Research Information Service:
Fiskaaling (Jóhanna á Lava Køtlum)
Fróðskaparsetur Føroya (Jóhan Ísak Suni Hansen og Magni Mohr)
Granskingarráð Føroya (Annika Sølvará)
Havsbrún (Rúni Weihe)
Havstovan (Eilif Gaard)
Heilsufrøðiliga starvsstovan (Debes Christiansen)
Landssjúkrahúsið (Jan Rasmussen og Hjørdis Zachariassen)
Landsbókasavnið (Annika Smith og Unn Paturson)
Tjóðsavnið (Jan Sørensen)
Umhvørvisstovan (Katrin Hoydal)
Møguleiki er eisini hjá øðrum almennum søvnum og stovnum at koma við í hetta samstarvið, um teir gera vart við seg seinast í oktober, tá samráðingar við forløgini fara í gongd. Send fyrispurning til unnp@landsbokasavnid.fo
Allir borgarar í Føroyum hava atgongd til e-tænasturnar, um teir eru staddir á Landsbókasavninum við okkara teldum. Eisini ber til at logga á okkara gestanet við egnari teldu ella telefon, og fáa atgongd til fulltekstgreinar, sum eru umfataðar av haldunum. Tá ber til at taka niður pdf-fílur og at printa út.


Aftur til tíðindi
Skrivað: Laura Vinther

Seinastu greinar

Starvsfólk til Universitetsbókasavnstænastu

Er tað tær vit leita eftir? Vit sóknast eftir einum starvsfelaga til universitetsbókasavnstænastur at byrja 1. august.   Hetta… Les meira »


15. apríl 2024
Bókin Saga JAM hjá Høgna Mohr hevur vunnið lesaravirðislønina hjá teimum føroysku bókasøvnunum.

Bókin Saga JAM hjá Høgna Mohr hevur vunnið lesaravirðislønina hjá teimum føroysku bókasøvnunum. lesarar hava kunnað atkvøtt millum… Les meira »


05. mars 2024