Læn heldur!

03. mars 2020

Landsbókasavnið hevur avgjørt at frá 2. Mars 2020 fara vit at læna taskur út saman við tilfarinum. Lánitíðin er 30 dagar júst sum eitt vanligt bókalán.

Endamálið við hesum átaki er at avmarka nýtsluna av plastposum og harvið minka um plastdálking. Hetta er í tráð við tey 17 heimsmálini hjá ST um burðardygd, ið eisini snýr seg um at verja umhvørvið ímóti dálking.

Minst til lánarakortið.

Leinki til samrøðu við Anniku smith í Góðan morgun Føroyar 6 mars 2020, Samrøðan byrjar 39:21

https://kvf.fo/gmf?sid=105953

 


Aftur til tíðindi
Skrivað: Annika Smith

Seinastu greinar

Kríggj, rit og ruðuleiki - framsýning á Landsbókasavninum

Vit hava kagað í okkara goymslur og funnið fram eitt úrval av teimum útgávum, sum komu út undir seinna heimsbardaga. Framsýningin… Les meira »


17. juli 2020
Faktalink og Forfatterweb lata upp í tríggjar mánaðir

Meðan fleiri mørk eru stongd, lata onnur upp. Faktalink og Forfatterweb fara at liggja frítt á netinum komandi tríggjar mánaðir… Les meira »


02. apríl 2020