Fá atgongd til vísindaligu tíðarritini heimanífrá

12. mars 2020

Nú tá COVID-19 ger um seg allastaðni, noyðast nógv at arbeiða heimanífrá. Vanliga hevur tú atgongd til vísindaligu tíðarritini beinleiðis frá tínum stovni, uttan at logga á. Men um tú nú hevur brúk fyri at fáa atgongd til vísindaligu tíðarritini heimaífrá, kann Landsbókasavnið gera tær ein brúkara í Open Athens.

Tá ber til at logga á við tíni teldu ella telefon, og síðan sleppa inn til nógv av tilfarinum í efeingi.

 

Lesandi á Fróðskaparsetrinum:

Send umbøn til utlan@landsbokasavnid.fo um fjarbrúkara við Open Athens, og tú fær at skjal at fylla út.

 

Starvsfólk á einum av stovnunum í FRIS  - Faroe Research Information Service:

Send umbøn til utlan@landsbokasavnid.fo um fjarbrúkara við Open Athens. Send okkum hesar upplýsingar:

Stovnur, navn, føðingardagur, adressa, telelfonnummar og teldupostadressu.

 

 

 

 

 


Aftur til tíðindi
Skrivað: Annika Smith

Seinastu greinar

Bókasavnshjálpari til Landsbókasavnið

Er tað tær vit leita eftir? Vit sóknast eftir einum stravsfelaga at arbeiða í Innkeypsdeildini og í móttøkuni. At byrja 1. mai e… Les meira »


27. mars 2024
Bókin Saga JAM hjá Høgna Mohr hevur vunnið lesaravirðislønina hjá teimum føroysku bókasøvnunum.

Bókin Saga JAM hjá Høgna Mohr hevur vunnið lesaravirðislønina hjá teimum føroysku bókasøvnunum. lesarar hava kunnað atkvøtt millum… Les meira »


05. mars 2024