Lat okkum saman verða før fyri at lýsa korona-tíðina fyri eftirtíðini

19. mars 2020

Skrivar tú dagbók, ellar bloggar tú? Landsbókasavnið er sera áhugað í at taka ímóti tilfari, har føroyingar lýsa teirra tankar, ið eru í hesum korona-tíðum. Um tú ynskir, so ert tú vælkomin at boða Landsbókasavninum frá heimasíðuni, har tú bloggar. Eisini ber til at fara inn á http://fn.flb.fo/sites/check , ið er føroyska netsavnið og kanna, um tín síða blívur heintað inn.

Ella skrivar tú dagbók? Ella er hetta kanska eitt upplagt høvi at byrja? So eru vit eisini áhugaði at fáa eitt eintak. Um til ber, send okkum so tína talgildu dagbók. Um ein ynskir at vera dulnevnd/ur, so ber tað eisini væl til. Ynskir tú møguliga seinni at lata okkum eina handskrivaða dagbók ella brøv, eru vit eisini áhugaði í hesum.

Vit eru greið yvir, at nógvir ymiskir pallar eru í dag, helst á teim sosialu miðlunum. Men hóast vit heinta inn føroyskar heimasíður, fáa vit tíverri ikki heintað inn Facebook ella Youtube. Men vónandi kann innsavnan av heimasíðum, bloggum og dagbókum geva okkum eina nøkunlunda heildarmynd av hvussu tað var, at liva í Føroyum, undir Korona-tíðini. Eisini kann hugsast, at tilfarið verður áhugavert hjá eitt nú søgu- ella samfelagsgranskarum.

Um tú ynskir at fráboða okkum um tín blogg ella senda okkum dagbók, skriva til lbs@landsbokasavnid.fo ella á okkara Facebook-síðu.


Aftur til tíðindi
Skrivað: Annika Smith

Seinastu greinar

Faktalink og Forfatterweb lata upp í tríggjar mánaðir

Meðan fleiri mørk eru stongd, lata onnur upp. Faktalink og Forfatterweb fara at liggja frítt á netinum komandi tríggjar mánaðir… Les meira »


02. apríl 2020
Landsbókasavnið er enn stongt vegna koronakreppuna. Tó ber til at læna tilfar.

Frá mánadegnum 30. mars og fyribils til eftir páskir, avgreiða vit fyrispurningar umvegis telefon og teldupost hvønn dag kl. 10-14… Les meira »


26. mars 2020