Landsbókasavnið er enn stongt vegna koronakreppuna. Tó ber til at læna tilfar.

26. March 2020

Frá mánadegnum 30. mars og fyribils til eftir páskir, avgreiða vit fyrispurningar umvegis telefon og teldupost hvønn dag kl. 10-14.

Leygardag og sunnudag er stongt sum vanligt.

Send fyrispurningar til lbs@landsbokasavnid.fo ella ring á tlf. 340 525

Bókavørðurin svarar á utlan@landsbokasavnid.fo

 

Lán, afturbering og bíleggingar:

Bílagt tilfar verður lagt í lánitaskur til avheintingar í durinum kl. 10-14 dagin eftir tað er bílagt.

Afturborið tilfar kann leggjast í durin vanligar dagar kl. 10-14.

Tilfar út á bygd verður sent við Posta.

GG. Fjarlán verður framvegis ikki avgreitt fyri páskir.

 

Harumframt er galdandi at:

Tíni lán verða longd, soleiðis at tú ikki verður sektað/ur fyri at fara út um lánitíðina í tíðarskeiðnum.

Tú fært atgeingi til vísindaligu tíðarritini heimanífrá um tú ert fjarbrúkari í Open Athens.

Vit stovna fjarbrúkarar í Open Athens til lesandi á Fróðskaparsetrinum og til í limir í FRIS .


Back to news
Skrivað: Annika Smith

Recent articles