Faktalink og Forfatterweb lata upp í tríggjar mánaðir

02. apríl 2020

Meðan fleiri mørk eru stongd, lata onnur upp.

Faktalink og Forfatterweb fara at liggja frítt á netinum komandi tríggjar mánaðirnar.

 Á DBC siga tey soleiðis: 

’I øjeblikket p.g.a. Corona krisen har vi besluttet at åbne helt op for Faktalink og Forfatterweb de næste 3 måneder, for at hjælpe alle lærere, elever og forældre så godt som muligt. Det betyder at login boksene nu er forsvundet og at man kan læse alle artikler fra start til slut.’

Faktalink https://faktalink.dk/

Faktalink er eitt savn av greinum um samfelagstýðandi og søgulig evni, sum hava almennan áhuga. Her finnast greinar um alt frá ítrótti, mentan, søgu, politikki, KT, tíðarrák, miðlum og nógv annað. Savnið inniheldur umleið 600 greinar og evnir, sum verða dagførd og økt so hvørt. Aftrat hesum eru fleiri túsund leinki og tilvísingar.

Faktalink hevur ein breiðan málbólk, og bygnaðurin av síðuni merkir at ein kann brúka greinarnar á fleiri ymiskum støði. Faktalink er eitt gott arbeiðsamboð hjá eldri flokkunum í fólkaskúlanum, miðnámsskúlanæmingum, lærarum og skúlabókavørðum. Eisini er tænastan góð hjá lesandi, journalistum og øðrum, ið hava brúk fyri at seta seg inn í eitt hvørt evni og fáa innlit í relevantar bókmentir og kunning. Sí eisini Faktalink light.

Forfatterweb https://forfatterweb.dk/

Forfatterweb er eitt yvilit yvir danskar og útlendskar rithøvundar. Yvirlit yvir føroyskar rithøvundar er at finna inni á Snar.fo, og liggur hetta frítt á netinum.

Snar: https://snar.fo/rithoevundar/


Aftur til tíðindi
Skrivað: Annfríð

Seinastu greinar

Kríggj, rit og ruðuleiki - framsýning á Landsbókasavninum

Vit hava kagað í okkara goymslur og funnið fram eitt úrval av teimum útgávum, sum komu út undir seinna heimsbardaga. Framsýningin… Les meira »


17. juli 2020
Faktalink og Forfatterweb lata upp í tríggjar mánaðir

Meðan fleiri mørk eru stongd, lata onnur upp. Faktalink og Forfatterweb fara at liggja frítt á netinum komandi tríggjar mánaðir… Les meira »


02. apríl 2020