Landsbókasavnið gloppar dyrnar

01. May 2020

Frá mánadegnum 4. mai ber aftur til at sita á lesistovuni og arbeiða gerandisdagar kl. 10 – 14.

Leygardag og sunnudag er stongt.

Eftir avtalu kanst tú bíleggja arbeiðsborð fyri ein dag í senn. Eisini ber til at bíleggja tíð til at sita við handritum, og øðrum tilfari úr føroyadeildini. Pláss verður fyri 16 vitjandi um dagin

Send fyrispurning til lbs@landsbokasavnid.fo ella ring á tlf. 340 525

 

Vit avgreiða framvegis fyrispurningar umvegis telefon og teldupost hvønn gerandisdag kl. 10-14.

Bókavørðurin svarar á utlan@landsbokasavnid.fo

 

Lán, afturbering og bíleggingar:

Bílagt tilfar verður lagt í lánitaskur til avheintingar í durinum kl. 10-14 dagin eftir tað er bílagt.

Afturborið tilfar kann leggjast í durin vanligar dagar kl. 10-14.

Tilfarið verður lænt út aftur eftir tríggjar dagar í karantenu.

Tilfar út á bygd verður sent við Posta.

 

GG. Fjarlán úr útlandinum verður framvegis ikki avgreitt.

 

Talgilt tilfar:

Tú fært atgeingi til vísindaligu tíðarritini heimanífrá um tú ert fjarbrúkari í Open Athens.

Vit stovna fjarbrúkarar í Open Athens til lesandi á Fróðskaparsetrinum og til í limir í FRIS .


Back to news
Skrivað: Annika Smith

Recent articles