Vit skifta bókasavnsskipan og tí er Landsbókasavnið stongt 6. -10.  juli

22. June 2020

Nýggja bókasavnsskipanin sum flest bókasøvn í landinum fara at brúka, eitur Reindex.

Skipanin verður tikin í nýtslu í juli í ár.

Frá viku 27 ber ikki til at fjarbíleggja. Landsbókasavnið steingir í viku 28, 6. – 10. juli ímeðan skiftið fer fram. Í hesum tíðarskeiði avgreiða vit ikki fyrispurningar og tískil ber heldur ikki til at bíleggja tilfar á bokasavn.fo.

Haldið okkum til góðar. Vit síggja fram til at veita tykkum eina enn betri tænastu fram yvir.

 

 

 

 


Back to news
Skrivað: Annika Smith

Recent articles