Vit skifta bókasavnsskipan og tí er Landsbókasavnið stongt 6. -10.  juli

22. juni 2020

Nýggja bókasavnsskipanin sum flest bókasøvn í landinum fara at brúka, eitur Reindex.

Skipanin verður tikin í nýtslu í juli í ár.

Frá viku 27 ber ikki til at fjarbíleggja. Landsbókasavnið steingir í viku 28, 6. – 10. juli ímeðan skiftið fer fram. Í hesum tíðarskeiði avgreiða vit ikki fyrispurningar og tískil ber heldur ikki til at bíleggja tilfar á bokasavn.fo.

Haldið okkum til góðar. Vit síggja fram til at veita tykkum eina enn betri tænastu fram yvir.

 

 

 

 


Aftur til tíðindi
Skrivað: Annika Smith

Seinastu greinar

Vit skifta bókasavnsskipan og tí er Landsbókasavnið stongt 6. -10.  juli

Nýggja bókasavnsskipanin sum flest bókasøvn í landinum fara at brúka, eitur Reindex. Skipanin verður tikin í nýtslu í juli í ár.… Les meira »


22. juni 2020
Landsbókasavnið gloppar dyrnar

Frá mánadegnum 4. mai ber aftur til at sita á lesistovuni og arbeiða gerandisdagar kl. 10 – 14. Leygardag og sunnudag er stongt.… Les meira »


01. mai 2020