Reingerð á Landsbókasavninum

22. July 2020

Søkt verður eftir fólki at vaska á Landsbókasavninum.

Talan er um 20 tímar um vikuna at seta frá 15.august 2020 ella so skjótt til ber. Starvið er tímalønt og fevnir um alla vanliga reingerð á Landsbókasavninum og í hølinum hjá Ljóðbókadeildini.

Vit vænta, at tú ert

•                         álítandi og ábyrgdarfull/ur

•                         fyrikomandi og arbeiðssom/samur

•                         før/ur fyri at skipa arbeiðið sjálv/ur og kanst arbeiða sjálvstøðugt

 Royndir innan reingerð kann vera ein fyrimunur, men ikki ein treyt.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi felag.

Umsókn

Skrivlig umsókn og møgulig viðmæli skulu sendast við telduposti til lbs@landsbokasavnid.fo

 

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 8. august 2020.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Anniku Smith, stjóra, tlf. 340511

Landsbókasavnið

J.C. Svabosgøta 16 - 17

Postboks 61

FO-110 Tórshavn

_______________________________________________________________________________________

Landsbókasavnið er høvuðs- og tjóðbókasavn Føroya og hevur sum høvuðsuppgávu at savna inn, skráseta, varðveita og fremja útbreiðslu av kunnleika um føroyskar bókmentir og av bókmentum um Føroyar. Harumframt veitir Landsbókasavnið vísindabókasavnstænastu. Landsbókasavnið skipar fyri skráseting av føroysku tjóðbókaskránni og er føroysk ISBN-skrivstova.


Back to news
Skrivað: Annika Smith

Recent articles