Fyrilestur og framløga av ljóðbókini ”Tá ið einglar spæla Mozart”

30. september 2020

Mikudagin 30. september gevur Ljóðbókatænastan út ljóðbókina ”Tá ið einglar spæla Mozart” eftir Lisbeth Nebelong, sum kom út í pappírsformi á forlagnum Sprotanum fyrr í ár. Í hesum sambandi verður framløga mikudagin 30. september 2020, kl. 16:00 í Fyrilestrasalinum í Landsbókasavninum, J.C. Svabos gøta 16

Mikudagin 30. september gevur Ljóðbókatænastan út ljóðbókina ”Tá ið einglar spæla Mozart” eftir Lisbeth Nebelong, sum kom út í pappírsformi á forlagnum Sprotanum fyrr í ár. Í hesum sambandi verður framløga:

Mikudagin 30. september 2020, kl. 16:00
í Fyrilestrasalinum í Landsbókasavninum, J.C. Svabos gøta 16

... har ljóðbókin verður løgd fram og umrødd av rithøvundanum o.ø

Skráin

Tiltakið varar umleið ein tíma:

1.        Elin Brimheim Heinesen, ljóðbókafyristøðufólk, býður vælkomin, leggur nýggju ljóðbókina ”Tá ið einglar spæla Mozart” fram og tosar um týdningarmikla arbeiðið við ljóðbókaútgávu. Elin hevur sjálv lisið bókina inn.

2.       Lisbeth Nebelong, rithøvundur, heldur fyrilestur um temaið í bókini hjá sær og um gongdina við týðingini úr donskum – um málsligar avbjóðingar við dømum um mentanarligar munir millum málini bæði, sum vístu seg í týðingartilgongdini. Elin Henriksen týddi bókina til føroyskt.

3.       Rakul Napoleonsdóttir, lærari og cand. mag. í norðurlendskum máli og bókmentum frá Aarhus Universitet í 2009, fer at greiða frá týdninginum av, at júst skaldsøgan ”Når engle spiller Mozart” er týdd til føroyskt og gjørd til ljóðbók.

4.       Elin Brimheim Heinesen syngur og spælir lagið “Lisa’s sang til Kåre”. Teksturin stendur í bókini, og rithøvundurin Lisbeth Nebelong hevur sjálv gjørt orð og lag til.

5.       Kaffi, te, køkur og prát.

Í bókini “Tá ið einglar spæla Mozart” er m.a. higartil einasta fagurbókmentaliga lýsing av viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark í fullveldistilgongdini um ártúsundskiftið.

Serritgerðin hjá Rakul Napoleonsdóttir á Aarhus Universitet snúði seg um postkolonialismu, og í tí sambandi nýtti hon “Når engle spiller Mozart” sum bókmentaligt høvuðsverk. Rakul metir bókina hava serligar skaldsligar og tematiskar dygdir, ið gera, at hon er serstakliga væl egnað til undirvísing í hádeild fólkaskúlans og á miðnámi í Føroyum. Rakul sigur soleiðis um bókina:

“Bókin er eitt sera týdningarmikið verk í undirvísingarhøpi, tí verkið viðger nøkur temu, ið eru bæði tíðarleys og tíðarbundin, og samstundis verða hesi temu skrivað inn í ein føroyskan kontekst, soleiðis at næmingarnir kenna seg aftur og lata seg hugfanga av teimum tilburðum og avbjóðingum, ið høvuðspersónarnir, Kári og Lisa, royna at fáa bilbugt við. Síðan eg byrjaði sum studentaskúlalærari, havi eg eftirmett hvørt undirvísingartema og hvørt skeið, og líkamikið hvussu vit hava arbeitt við “Når engle spiller Mozart”, so hevur undirvísing, ið er bygd rundan um hesa donsk/føroysku skaldsøguna fingið bestu skotsmál. Tað sigur ikki so lítið um, hvørjar dygdir bókin hevur - eisini í eygum næminganna.”

Trýst fyri at lesa fyrilesturin hjá Rakul

Vælkomin í fyrilestrasalin á Landsbókasavninum mikudagin 30. sep. 2020, kl. 16:00!


Aftur til tíðindi
Skrivað: Elin Brimheim Heinesen

Seinastu greinar

Fyrilestur og framløga av ljóðbókini ”Tá ið einglar spæla Mozart”

Mikudagin 30. september gevur Ljóðbókatænastan út ljóðbókina ”Tá ið einglar spæla Mozart” eftir Lisbeth Nebelong, sum kom út í pap… Les meira »


30. september 2020
Kríggj, rit og ruðuleiki - framsýning á Landsbókasavninum

Vit hava kagað í okkara goymslur og funnið fram eitt úrval av teimum útgávum, sum komu út undir seinna heimsbardaga. Framsýningin… Les meira »


17. juli 2020