Granskingarmiðlan

17. februar 2021

24. februar kl. 16 heldur Elisabeth Holm fyrilestur á Landsbókasavninum.

Landsbókasavnið hevur saman við øðrum á Fróðskaparsetri Føroya gjørt av at varpa ljós á føroyska gransking.
Vit meta, at tað er umráðandi, at granskingin verður miðlað og borin út í føroyska samfelagið, tí ivaleyst hevur almenningurin stóran áhuga í granskingini.
Miðlingin verður gjørd ígjøgnum granskingargrundaðar fyrilestrar hjá vísindafólkum, ið starvast á Setrinum og øðrum granskingarstovnum.
Ætlandi verða sjey fyrilestrar tilsamans. Teir verða hildnir várhálvuna síðsta mikudag fram til og við mai. Heysthálvuna verða fyrilestrar í september, oktober og í november.
 
Fyrsti fyrilestrahaldari er Elisabeth Holm
Ph.d.-ritgerðin hjá Elisabeth Holm kallast "New Times in the Faroe Islands, New Speakers of Faroese and the Sociolinguistics of Labour Market Inclusion: Challenges and Opportunities"
Hon snýr seg í stuttum um tilflyting úr útheiminum til Føroya og føroyskt mál. Fyrilesturin verður á føroyskum.
Verið vælkomin!


Aftur til tíðindi
Skrivað: Annika Smith

Seinastu greinar

Granskingarmiðlan

24. februar kl. 16 heldur Elisabeth Holm fyrilestur á Landsbókasavninum. Les meira »


17. februar 2021
Slóðbrótandi avtala við Elsevier

Avtalan við Elsevier er eisini galdandi fyri føroyskar granskarar á stovnum, sum eru við í samstarvinum um E-feingi (FRIS), ið Lan… Les meira »


04. februar 2021