Tíðindi
Fyrilestur á Landsbókasavninum 28. februar kl. 16.00
Sissal M. Rasmussen, Ph.d., adjunkur á Námsvísindadeildini fer at halda fyrilestur um mál og málmenning við støði í hennara Ph.d.- ritgerð ” Færøske børns tidlige ordforråds-tilegnelse - adaption og normering af en færøsk version af MB-CDI-forældrerapporter”.
Fyrilesturin verður hildin á føroyskum máli.
Landsbókasavnið hevur saman við øðrum á Fróðskaparsetri Føroya gjørt av at varpa ljós á føroyska gransking.
Vit meta, at tað er umráðandi, at granskingin verður miðlað og borin út í føroyska samfelagið, tí ivaleyst hevur almenningurin stóran áhuga í granskingini.
Miðlingin verður gjørd ígjøgnum granskingargrundaðar fyrilestrar hjá vísindafólkum, ið starvast á Setrinum og øðrum granskingarstovnum.
Ætlandi verða sjey fyrilestrar tilsamans. Hesin er triði í røðini. Teir verða hildnir várhálvuna síðsta mikudag fram til og við mai. Heysthálvuna verða fyrilestrar í september, oktober og í november.
Seinastu greinar

60 myndir og søgan um 12 eintøk Les meira »

Myndirnar, sum hon gav Landsbókasavninum fyri yvir 90 árum síðani, eru 60 í tali og lýsa tær eina farna tíð. Afturat hesum myndu… Les meira »