Orð í litum

21. June 2021

Framsýning við Rannvá Holm Mortensen

Rannvá er fjøltáttað listakvinna og hetta ber framsýningin brá av.

Hon er høvundur, illustrator, skulptørur, myndlistafólk og umframt at hava tikist við installatiónslist, so er Rannvá eisini káta, sansaliga og livandi menniskjað.

Á framsýningini, sum kann upplivast í forhøllini á Landsbókasavninum frá 4. juni 2021, kanst tú uppliva og sansa ferðina frá hugskoti til endaliga úrslitið - og okkurt harímillum.

Kom við á forvitnisligu ferðina,
tá Landsbókasavnið er opið!

Í sendingini Nón frá 24.02. 2018 kanst tú hoyra frálíka samrøðu við Rannvá

 Trýst her og lurta eftir Rannvá Holm Mortensen í sendingini Nón


Back to news
Skrivað: Annfríð

Recent articles