Granskingarmiðlan

12. oktober 2021

20 oktober kl. 16 heldur Debes Christiansen fyrilestur á Landsbókasavninum við heitinum: Frá ILA í laksi til Korona í menniskjum

Landsbókasavnið hevur saman við øðrum á Fróðskaparsetri Føroya gjørt av at varpa ljós á føroyska gransking.

Vit meta, at tað er umráðandi, at granskingin verður miðlað og borin út í føroyska samfelagið, tí ivaleyst hevur almenningurin stóran áhuga í granskingini.

Miðlingin verður gjørd ígjøgnum granskingargrundaðar fyrilestrar hjá vísindafólkum, ið starvast á Setrinum og øðrum granskingarstovnum.

Annar fyrilestrahaldari hesa heysthálvuna er Debes Christiansen, granskari og deildarleiðari á patologisku kanningarstovuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. 

Hann fer at halda fyrilestur um korona, við heitinum: Frá ILA í laksi til korona í menniskjum

Fyrilesturin verður hildin á føroyskum máli.

Verið vælkomin!


Aftur til tíðindi
Skrivað: Annika Smith

Seinastu greinar

Fróðskapur: Frí atgongd til 667 greinar og 49 bøkur

Á síðuni ojs.setur.fo ber nú til at finna og lesa allar greinar, sum eru givnar út í Fróðskaparritum. Talan er í løtuni um 667 gre… Les meira »


18. januar 2023
Kvøldseta á Landsbókasavninum - Flora Heilmann

19. januar, klokkan 20 Les meira »


13. januar 2023