Orð í litum - Framsýningin, yrkingaupplestur og skriva eina heilsan

12. november 2021

BÓKADAGAR 2021 á Landsbókasavninum hóskvøldið 18. nov. kl. 19.30

Sløkk telefonina, lat upp fyri sansunum og tak pennin í hond - ein løta saman við Rannvá Holm Mortensen


Kvøldið byrjar við framsýning hjá Rannvá Holm Mortensen. Saman við listakonuni fara vit á eina ferð inn í hennara huga heim – alt frá skitsu til liðug verk.


Síðan fara vit uppá at lurta eftir yrkingaupplestri, drekka kaffi, te, vatn og vín. Heldur enn at posta á facebook og instagram, hava vit postkort og frímerkir, og tú kanst nýta høvið til at skriva eina advenstheilsan til ætt, vinir og kenningar í Føroyum og kring heimin

Tiltakið er partur av skránni hjá Bókadøgunum, sum Norðurlandahúsið skipar fyri. Gevið gætur, tiltakið er á Landsbókasavninum, J. C. Svabosgøta 16.


Aftur til tíðindi
Skrivað: Laura Vinther

Seinastu greinar

Brævaløtan 2023

Sløkk telefonina, lat upp fyri sansunum og kom og skriva eitt bræv! Hóskvøldið 23. feb. kl. 20-21.30 - og sjálvandi er hetta ók… Les meira »


16. februar 2023
Fróðskapur: Frí atgongd til 667 greinar og 49 bøkur

Á síðuni ojs.setur.fo ber nú til at finna og lesa allar greinar, sum eru givnar út í Fróðskaparritum. Talan er í løtuni um 667 gre… Les meira »


18. januar 2023