IFLA-limaskapur

03. januar 2022

Í desember 2021 fekk Landsbókasavnið aktivan limaskap í IFLA, International Federation of Library Associations and Institutions.

IFLA er ein altjóða bókasavnsfelagsskapur, við limum úr bókasavnsfeløgum, bókasøvnum og stovnum.

Við sínum fleiri enn 1600 limum úr umleið 150 limalondum, er IFLA fremsti altjóða stovnur, sum umboðar øll tey ið eru bundin av bókasøvnum og serfrøðingum innan bókasavnskervið.

IFLA er fyrst og fremst sett á stovn til frama fyri á styrkja bókasøvn og kunningartænastu á høgum støði, lýsa tørvin á góðum kunningar- og bókasavnstænastum og at umboða áhugamálini hjá limunum um allan heimin.

Í 2002 samtykti IFLA yvirlýsingina, sonevndu Glasgow deklaration sum snýr seg um intellektuelt frælsi og demokrati.

IFLA hevur 50 undirdeildir harav ein teirra er fyri fólkabókasøvnini.

Í 1949 varð yvirlýsing fyri fólkabókasøvn góðkend av UNESCO. 29. november 1994 varð hon dagførd í París og aftur í 2021: her

Yvirlýsingin er ein staðfesting av týdninginginum fólkabókasøvnini hava til frama fyri frið og útbúgving til alla mannaættina.

Yvirlýsingin fyri fólkabókasøvn á føroyskum frá 1995: Yvirlýsingin um fólkabókasøvn 

Les meira um IFLA her


Aftur til tíðindi
Skrivað: Annika Smith

Seinastu greinar

Fólka- og skúlabókasøvn

Freistin at lata inn roknskapin er 31. januar 2022 Les meira »


17. januar 2022
Vit larma í dag og í morgin

Lyftin, sum ikki hevur riggað í eina tíð, verður nú gjørd aftur. Hetta ger, at nógvur larmur er á bókasavninum Vinaliga haldi… Les meira »


13. januar 2022