Granskingarmiðlan mikudagin 27. apríl kl. 16

18. April 2022

Fyrilestrarhaldari er Bergur Djurhuus Hansen, ph.d., lektari í bókmentum og dekanur á Føroyamálsdeildini.

Til Føroya fari eg ikki aftur

Ferðafrásagnarhøvundar vita ikki altíð, hvussu teir skulu skriva um Føroyar.

Eru Føroyar partur av Evropa ella liggja oyggjarnar á markinum til okkurt annað? Eru Føroyar at rokna sum steinar at ganga eftir út úr Evropa og inn í ”a zone of change”? Gransking í ferðafrásagnum bendir á tað, og tvær týskar ferðafrásagnir úr Føroyum kanska svara spurninginum.

Ferðafrásagnir úr Føroyum kunnu býtast sundur í sløg á ymsan hátt. Ein viðkomandi og lættur máti er kanna eftir, um tær leggja upp til, at føroyska samfelagið má varðveitast og ikki órógvast, tí tað er so sjáldsamt, ella um tær staðfesta, at neyðugt er við broytingum og helst skjótt.

Í fyrilestrinum verða tvær undirhaldandi týskar ferðafrásagnir tiknar fram, ávikavist bókin eftir Carl Julian Graba, nevnd Dagbók skrivað á eini ferð til Føroya í árinum 1828, útgivin í Hamburg í 1830, og bókin Fuglaparadísið Mykines eftir Erich Wustmann, givin út í Radebeul í 1949. Hóast meiri enn 100 ár ímillum og sera ymiskar mala báðar rundan um somu spurningar, ímyndir og hugsanir um merkiliga oyggjalandið, har eingin ferðandi villist beinanveg, men fleiri villast so líðandi. Endaliga niðurstøðan hjá Graba er, at hann ongantíð fer aftur til Føroya. Í fyrilestrinum verður eisini spurt, í hvønn mun eyðkenni í hesum ferðafrásagnunum síggjast aftur í søgum og lýsingum frá føroysku ferðavinnuni í dag.

 

  

 

 

 


Back to news
Skrivað: Annika Smith

Recent articles