Skrivstovufólk til Landsbókasavnið

05. mai 2022

 

Vit søkja eftir skrivstovufólki at byrja 15. juni ella skjótast til ber.

 

Hevur tú útbúgving innan skrivstovuyrkið og hevur tað týdning fyri teg at veita góða tænastu og hava ábyrgd? Ynskir tú eitt fjølbroytt og áhugavert starv, har tú í gerandisdegnum hevur samband við nógv ymisk fólk? So ert tú møguliga tann vit søkja eftir.

 

Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna m.a. um

·        at starvast í móttøkuni

·        at umsita bókasavngjaldið

·        at umsita goymslurnar á stovninum

·        annað skrivstovuarbeiði

 

Førleikakrøv

·        viðkomandi útbúgving innan skrivstovuyrkið

·        góðan tænastuhugburð

·        Góð samstarvsevni

·        sjálvstøðugt arbeiðslag

·        góðan teldukunnleika. Kunnleiki til Excel er ein fyrimunur

·        góðar málførleikar í føroyskum, norðurlendskum og enskum

 

Vit bjóða

Vit bjóða tær eitt spennandi og sjálvstøðugt starv í einum spennandi bókasavnsumhvørvi í menning. Í løtuni eru vit 20 starvsfólk ið mynda stovnin.

 

Setanarviðurskifti

Talan er um eitt fulltíðarstarv at byrja 15 juni 2022. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

 

Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er hósdagin 19. mai 2022.

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Anniku Smith, landsbókavørð, tlf. 340511

 

Hevur hetta áhuga

kanst tú senda skrivliga umsókn, saman við avritum av prógvum og yrkisleið (cv) til:

Anniku Smith, Landsbókasavnið, J.C. Svabosgøta 16, Postsmoga 61, FO-110 Tóshavn ella annikas@landsbokasavnid.fo

 

Stutt um Landsbókasavnið

Landsbókasavnið er høvuðs- og tjóðbókasavn og hevur sum høvuðsuppgávu at savna inn, skráseta, varðveita og fremja útbreiðslu av kunnleika um føroyskar bókmentir og av bókmentum um Føroyar. Harumframt veitir Landsbókasavnið vísindabókasavnstænastu. Landsbókasavnið skipar fyri skráseting av føroysku tjóðbókaskránni og er føroysk ISBN-skrivstova.

 

 


Aftur til tíðindi
Skrivað: Annika Smith

Seinastu greinar

Starvslýsing (endurlýsing)

Bókavørður/Informatiónsfrøðingur til Landsbókasavnið Les meira »


24. mai 2022
Savnandi savnsdagur í Kringvarpi Føroya

Søvn okkara skulu raka øll fólk og vera viðkomandi fyri øll. Søvn savna, skráseta, varðveita, miðla og granska. Hetta eru fimm tem… Les meira »


16. mai 2022