Tíðindi
Starvslýsing (endurlýsing)
Bókavørður/Informatiónsfrøðingur til Landsbókasavnið
Landsbókasavnið søkir eftir bókavørði/informatiónsfrøðingi at seta 15. august 2022 ella skjótast til ber.
Starvið
Uppgávurnar eru í høvuðsheitum innan KT-økið
· Umsiting av bókasavnsskipanini Reindex og øðrum kt skipanum hjá Landsbókasavninum
· Dátutrygd/umsiting av Wired Relations
· Umsiting av heimasíðu og intraneti
Umframt hesar uppgávur kemur tú at hava vaktir í útláninum og at loysa aðrar bókasavnsfakligar uppgávur.
Førleikar
Til starvið krevst útbúgving sum bókavørður, so sum Cand.scient.bibl., bibliotekar DB ella onnur bókasavnsfaklig útbúgving.
Tú skal kunna arbeiða í toymi við bundnum uppgávum. Dentur verður eisini lagdur á, at tú er sinnað/ur at luttaka í menningaátøkum, men eisini sjálvstøðugt við egnum hugskotum
Vit rokna at tú hevur
· Góðan teldukunnleika
· Góð samstarvsevni
· Sjálvstøðugt arbeiðslag
· Góðan tænastuhugburð
· Góðar málførleikar á føroyskum, norðurlendskum og enskum
Vit kunnu bjóða
Eitt sera fjøltáttað og avbjóðandi starv í einum spennandi fakligum umhvørvi.
Setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag
Umsóknir til starvið skulu saman við avriti av prógvum og yrkisleið (cv) sendast til:
Landsbókasavnið, J.C. Svabosgøta 16, Postsmoga 61, FO-110 Tórshavn ella annikas@landsbokasavnid.fo
Um neyðugt, tilskila vit okkum rætt til ongan av umsøkjarunum at velja.
Umsóknarfreistin er mánadagin 6. juni 2022.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Anniku Smith, landsbókavørð á tlt. 340511
____________
Stutt um Landbókasavnið
Landsbókasavnið er høvuðs- og tjóðbókasavn og hevur sum høvuðsuppgávu at savna inn, skráseta, varðveita og fremja útbreiðslu av kunnleika um føroyskar bókmentir og av bókmentum um Føroyar. Harumframt veitir Landsbókasavnið vísindabókasavnstænastu. Landsbókasavnið skipar fyri skráseting av føroysku tjóðbókaskránni og er føroysk ISBN-skrivstova.
Seinastu greinar

60 myndir og søgan um 12 eintøk Les meira »

Myndirnar, sum hon gav Landsbókasavninum fyri yvir 90 árum síðani, eru 60 í tali og lýsa tær eina farna tíð. Afturat hesum myndu… Les meira »